Print Friendly, PDF & Email

Seinastu ÍF-dystirnar hevur Lawal ikki verið serliga eyðsýndur, men í dag broyttist brádliga alt, “gamli” Lawal var aftur at síggja á vøllinum, og gjørdi hann rættiliga vart við seg við fram úr góðum spæli.
Liðið vit spældu ímóti var vælleikandi HB-liðið, sum í longri tíð hevur ligið á odda í bestu deildini.
Fuglfirðingar fótaðu sær aftur á Svangaskarði seinasta hósdag, eftir tvey eyðmýkjandi tap, og vístu tá, at liðið eigur at liggja fremri enn tað ger – og treytin fyri tí, er at gera tað rætta. Tað rætta varð gjørt á Svangaskarði. Allir spælarar royndi sítt besta, lyftu í felag og tað gav úrslit, ið var fult uppiborið.
Mong vóru tey, ið stúrdu fyri dystinum móti einum vælleikandi HB-liðið, men hyggja vit eftir úrslitunum, ið vit hava fingið móti HB í Fuglafirði seinastu árini, so eru tey rættiliga góð, so í so máta, høvdu vit einki at vera bangin fyri.
HB liðið byrjaði betur, spældu sum altíð, vakran og undirhaldandi fótbólt, men sum tíðin leið, kom okkara lið meira inn í dystin, og vit sóu tvey rættiliga jøvn lið, ið stríddust av øllum alvi.
Tá ið spælt var í 20 minuttir, varð brotsspark dømt til HB-liðið, ið var fullkomuliga óneyðugt at gera.
Kristian Mouritsen sveik ikki álitið, so varð 1-0 til HB.
ÍF-liðið fall ikki í fátt av hesum, men spílaði seg alsamt meira út, og so einaferð bragdaði.
Miðvallarspælið riggaði væl í dag, og samspælið millum verju og miðvøll riggaði somuleiðis væl. So einaferð eydnaðist tað Lawal at fara ígjøgnum alla HB-verjuna og so senda bóltin í netið til støðuna 1-1.
Stutt eftir svaraði HB aftur og fekk næsta málið, so varð støðan 2-1.
Fuglfirðingar hildu fram at trýsta, og so einaferð, eftir trunkaspæl frammanfyri HB-málið, eydnaðist tað Boga at seta bóltin í málið til støðuna 2-2.
ÍF-spælararnir vórðu fyltir við sjálvsálitið, teir trúðu allir upp á, at tað fór at bera til at basa HB, og teir stríddust allir sum ein – eingin sveik. Og mín sann eydnaðist tað “gamla” málrevinum Lawal at gera triðja málið, tá ið hann trillaði runt við HB-verjuni og setti bóltin trygt í netið til støðuna 3-2.
Frøin á bakkanum í Fløtugerði var øgilig, og tað var eins og fuglfirðingar tevjaðu ein sigursdyst.
Og rætt trúðu teir, tá ið lítið var eftir av dystinum, fekk Lawal bóltin í vinstru síðu, slapp fram við verjuna hjá HB-liðnum og dundraði til úr spískum vinkli, og bólturin sat trygt í netinum í handaru stong, so støðan gjørdist 4-2. Eitt fram úr vakurt mál.
Liðini trýstu, alt tey orkaðu, tað ið eftir var av dystinum, men fleiri mál komu ikki, ÍF-liðið hevði megnað at vunnið 4-2 á fræga HB-liðnum. Einki minni enn eitt bragd.
Undir dystinum hendi tíverri tað, at okkara raski og ágrýtni spælari, Karl Løkin varð skaddur, og sjúkrabilur kom inn á vøllin eftir honum.
Talan var um eitt hendilgt óhapp, og vit ynskja og vóna, at Karl kemur skjótt fyri seg aftur.
Næsti dystur verður móti NSÍ í Fuglafirði. Tað verður dysturin, tá ið ÍF fer at vinna á NSÍ og turka skommina av seinastu dystunum móti sama liði av sær.

Signar á Brúnni

 

Norðlýsið eigur myndina.