Í dag gekk alt ímóti hjá ÍF í dystinum móti AB. Dysturin var ikki meira enn byrjaður, so var bólturin skallaður í ÍF málið av okkara egnu, mistak, ið ikki eigur at koma fyri.
Ari fekk tað reyða kortið fyri vandamikið spæl, so fuglfirðingar spældu meginpartin av dystinum við 10 monnum.
Frægu spælararnir Høgni Z. og Jan E. máttu av vøllinum við skaða, so byrjanin av dystinum var ógvuliga møtimikil og trupul, ja vit kunna siga, at vit vóru rættiliga gandaðir.
Dugnaligi spælarin hjá AB, Søren Angel, gjørdi næsta málið hjá AB, har hann hegnsliga lyfti bóltin upp um málmann okkara til støðuna 2 – 0.
Fyrra hálvleik var AB tað betra liðið, ið spældi við einum manni meira, enn okkara lið, so tað var ikki annað at vænta.
Í seinna hálvleiki vísti ÍF – liðið nakað heilt annað. Ágrýtnið, ið liðið mangan hevur víst áður, kom til sjóndar aftur, og liðið spældi góðan fótbólt, og var tað betra liðið í seinna hálvleiki.
ÍF – liðið hevði nógvar málmøguleikar, men inn vildi bólturin ikki. Clayton hevði teir flestu, men einki bar til í dag.
Arnold Kristiansen, ið vit ikki hava sæð nógv til í ár, kom inn fyri Jan E. Hann var ein brandur, stríddist væl og vann nógvar bóltar og setti mangan ferð í álopið. Hugaligt at vita, at vit hava ungt fólk at seta við.
Næsti dystur verður ímóti K Í í Fuglafirði, ið liggur beint frammanfyri okkum á stigatalvuni. Tað er av alstórum týdningi at vinna dystin og koma longur upp á stigatalvuna. Vit eiga gott fólk, ið kann spæla góðan fótbólt. Vit eiga dugnaligar venjarar, og vit eiga dyggar stuðlar, ið hittast í Fløtugerði næsta sunnudag til ein góðan og spennandi dyst.

Signar.