Í dag leiktu B 36 og ÍF í Fløtugerði.
Byrjað var við at leikarar og áskoðarar mintust Gunnar Zachariassen í tøgn. Vakurt og hugtakandi.

Tá ið skrivað varð um seinasta dyst, varð sagt, at næsti dystur varð ímóri B 36 og at oddaliðið í bestu deildini, fekk ikki nakran lættan dyst móti fuglfirðingum, tí teir hava so mangan givið B 36 – liðnum skarpan gang. Og so varð.

Fyrra hálvleik hevði B 36 meira bóltin, men nakrar veruligar málkjansir fekk liðið ongantíð.
ÍF byrjaði meira trilvandi, tað var eins og óttin fyri B 36 – liðnum var ov stórur.
ÍF liðið royndi seg við langum bóltum úr verjuni og fram til álopið, men tað riggaði ikki, m.a. tí nógvur vindur var.

Verjuspælið hjá ÍF varð væl skipað og riggaði sera væl, tí vit skulu hava í huga, at B – 36 liðið eigur so nógv tað besta álopið í bestu deildini í ár.
Veðrið versnaði sum tíðin leið, og einaferð var bæðu tora og heglingur, ja so nógv leikaði á, at dómararin steðgaði dystinum eina góða løtu.

Seinni hálvleikur gjørdist nógv meira spennandi.
Hann var ikki meira enn byrjaður, so eydnaðist tað ÍF álopinum at koma inn um B – 36 verjuna einar tríggjar ferðir, tó uttan at fáa mál. Fjórðu ferð eydnaðist tað ÍF – liðnum at fáa mál. Ari skeyt bóltin væl inn fyri, har Clayton stóð, ið smekkaði hann í netið til støðuna 1 – 0. Eitt sera vakurt mál.

ÍF – álopið helt fram við atsóknunum, og eftir røttum átti okkara lið at hava fingið fleiri mál, men leikararnir tóku ikki av møguleikunum, tí spurdist einki burturúr.Heldur enn at skjóta beinleiðis í málið, varð bólturin latin øðrum leikara, ið ikki hevði sama møguleika.

Tá ið umleið 20 minuttir vóru eftir av dystinum eydnaðist tað B – 36 at koma inn um okkara verju í høgru síðu og smekka bóltin í netið til støðuna 1 – 1.
Nú vóru tað mong, ið væntaðu, at B – 36 liðið hevði fingið blóð á tonna, og fór at fáa fleiri mál, men tað bleiv ikki. Tvørturímóti var tað ÍF – liðið, ið skapti fleiri málmøguleikar, ið tíverri ikki góvu úrslit.
Tá ið bert stutt tíð var eftir av dystinum, eydnaðist tað B – 36 at fáa sítt næsta mál.
Frøin var sjálvandi stór á B – 36 – liðnum og mongu viðhaldsfólkum teirra.

Hóast ÍF – liðið ikki hevði so nógv at spæla fyri í dag, so vísti liðið so týðuliga, at tað kann spæla góðan fótbólt, og var liðið eitt sindur hepnari, so kundi tað eins væl havt vunnið dystin í dag.

Næsti dysturin verður í Sarpugerði móti Víkingi , ið er á triðja plássi í Effodeildini. Víkingur hevur leikt sera væl teir seinastu dystirnar, men tað sum okkara menn vístu í dag, boðar frá at liðið er komið upp á alduryggin aftur og kann geva hvørjum liði stóra mótstøðu.
ÍF- liðið eigur gott viðhaldsfólk, ið hoyrist har tey eru. So verður eisini, tá ið vit møta upp í Sarpugerði um eina viku.

Signar