Print Friendly, PDF & Email

Í góðveðrinum í Fuglafirði í dag  spældu ÍF og Undrið.

At fuglfirðingar fóru at vinna mundu tey flestu vænta, tí ÍF spælir í bestu deildini, meðan Undrið spælir í 2. deild.

So skjótt sum dysturin varð bríkslaður  í gongd  sást týðiliga, at munur var á liðunum. Munurin var m.a. tann, at ÍF spældi við nógvari ferð, ið skapti Undrinum  stórar trupulleikar.

Longu, tá ið 10 min. vóru spældir, var ÍF á odda  4 – 0., og í hálvleikinum var støðan 7 – 0 til ÍF.  Endaliga støðan gjørdist 14 – 1.

Hóast Undrið hevði tað trupult, so stríddust teir til tað síðsta og løgdu seg eftir at spæla vakran fótbólt.

ÍF liðið spældi sjáldsama vakran  og skilagóðan fótbólt og við fullari ferð allan dystin, og tey mongu málini, ið teir fingu, vóru avbera vøkur.

Elsti spælarin á liðnum ,Clayton Soares, spældi ein branddyst, og skoraði ikki færri enn 6 mál – hvørt vakrari enn annað. Tað var ein sonn frøi at síggja vakra spælið, ið ÍF sýndi  í dag.

Allir spælarar ÍF s spældu væl í dag, so at siga alt riggaði hjá teimum.

Ungu spælararnir, ið komu inn í seinna hálvleiki, royndust sera væl.

Næsta vikuskifti spæla okkara menn móti NSÍ, sum í løtuni er oddaliðið í bestu deildini.

Tað verður  ikki nakar lættur dystur, men dysturin í dag, gevur okkum góðar vónir um eitt gott úrslit – liðið er væl samansjóvað, og spælið er skilagott og kvikt, ja liðið hevur alt tað, ið eitt gott  lið eigur at hava.

Í góða lagnum í Fløtugerði í dag, kom stórur bussur fram við fótbóltsvøllin við okkara flogbóltsspælararum, ið høvdu vunnið gullið í flogbótslkappingini.

Hava vit ikki nógv at vera ernir av ?

Fuglfirðingar hava nógv at fegnast um, og tí var tað ikki so løgið, at lagið var gott í Fuglafirði í dag.

Næsta vikuskifti møta vit fjølment í Fløtugerði at stuðla okkara liði ÍF, ið hevur sett sær sum  mál at basa NSÍ liðnum.

 

Signar