hallgrm 2012Vit kunnu við gleði boðað frá, at 17-ára gamli málverjin, Hallgrím G. Hansen, hevur gjørt eina 1-ára avtalu við ÍF.

Hallgrím kom til Fuglafjarðar at spæla í 2011, og hevur fingið nógvar góðar royndir undir Jákupi Mikkelsen. Eisini hevur Hallgrím leikt 6 dystir sum málverji í Effodeildini, hóast hann einans er 17-ára gamal. Vit í ÍF eru sera fegin um, at Hallgrím hevur valt at halda fram í Fuglafirði.

Vit ynskja Hallgrími góða eydnu víðari í ÍF búnanum.

KOYR Á ÍF !!