So varð seinasti dystur í bestu deildini leiktur í Fløtugerði í Fuglafirði.
B 36 hevði ikki nógv at stríðast fyri, tí liðið er vorðið føroyameistarar, eins og ÍF – liðið heldur ikki hevði nakað at stríðast fyri, tí eingin vandi var fyri at liðið fer niður. Hetta sást týðuliga í dystinum í dag, bæði liðini spældu hálvhjartað, og spenningur varð ongantíð í dystinum.
B – 36 hevur leikt væl í ár, og tað vísti liðið eisini í dag. Samanspælið var gott og væl skipað, men ferðin gjørdist ongantíð tann nógva.
ÍF – liðið tóktist heldur hálvhjartað, men legði seg eftir at spæla vakran fótbólt, men stríðsviljin og ágrýtnið saknaðu vit í dag.
B – 36 sigraði við úrslitinum 3 – 1.
Beint áðrenn hálvleik fekk B – 36 fyrsta málið. Eitt mál, ið málverji okkara átti at møtt, tí hann gjørdi onga roynd at bjarga, tí hann metti bóltin at vera uttanfyri málið.
Nakað út í seinna hálvleik fekk B – 36 næsta málið. Aftur eitt bíligt mál, tí ÍF – verjuleikari, ið annars hevði ein góðan dag, gjørdi eitt stórt mistak inni í sjálvum 16 metrinum – at leggja bóltin fyri føturnar á B – 36 leikara, ið sendi hann víðari í málið.
ÍF – liðið helt tó fram at stríðast.. Liðið bygdi upp fleiri góð álop, ið vóru um at geva mál. So einaferð bragdaði. Hesaferð var tað Jann E., ið hevði eitt gott skot úr vinstru síðu, ið rakti á B – 36 leikara, ið fór víðari í málið til støðuna 2 – 1.
Spenningur varð nú aftur skaptur í dystinum, og fuglfirðingar høvdu fleiri næskar royndir, men tíverri eydnaðist tær ikki til fulnar. Løtu seinni eydnaðist tað B – 36 at fáa sítt triðja mál, so endaliga støðan gjørdist 3 – 1 til føroyameistararnar B – 36.
Veðrið í Fuglafirði var av tí allarbesta, stilli og lýðka – fótbóltsveður av tí besta. B – 36 viðhaldsfólkini vóru nógv við vøllin í dag, fýra bussar við B – 36 viðhaldsfólki, fleiri væl útgjørd við skjútsi, faklum o.ø., ið setti sín dám á við vøllin. Tá ið dómarin bríkslaði dystin lidnan at vera, tysjaði fólk inn á vøllin at fagna føroyameistararunum.
Taka vit samanum, so kunna vit staðfesta, at B – 36 liðið hevði fult uppiborið meistaraheitið, tí liðið hevur spælt væl alt árið, og legði seg rættiliga tíðliga á odda, og hevur verið har meginpartin av kappingartíðini.
Hjartaliga til lukku B – 36.
ÍF – liðið hevur havt eitt soltið ár í 2015 – á 6. plássi. Sagt hevur verið so mangan, at ÍF – liðið eigur nóg mikið av góðum leikararum, ið átti at ligið nógv longuri uppi á stigatalvuni, enn tað gjørdi.
Nýggjur venjari skal setast í næstum, og vón okkara er, at tann rætti verður settur – tað er hann, ið megnar at fáa nógv meira burtur úr okkara leikarum, enn vit higartil hava fingið.

Signar