Bubu jólKlovnurin Bu Bu hevur seinastu tíðina lisið jólaevangeliið, ið er úr einari bók hjá kenda danska barnaundirhaldarinum Sigurd Barrett. Børnini hava dáma væl, og nú gleðir Bu Bu seg til at vitja Mentunarhúsið í Fuglafirði og lesa og framførða hesa spennandi søguna.

Seinni á degnum, fer Bu Bu við sínum klossi, stiga og kufferti, at undirhalda og syngja saman við børnum og vaksnum. Seinast Bu Bu vitjaði í Fuglafirði, var til føstulávintstiltak í Mentunarhúsinum og tá var húsið fult av børnum og vaksnum, so Bu Bu er sera sera spentur og kemur hendan dagin eisini at framføra eitt nýtt jólalag, sum júst er tikið upp, saman við einum videolag. Videolagið sæst her: https://www.youtube.com/watch?v=7knbNn-Jx0w

Á fyrru plakatini, ið vit sendu út, var ein slagfeilur í skránni, men hesin er nú rættaður. Afturat skránni verður onkur avdúking í samband við Effo hópin eisini.

Ein leinkja til facebook vangamyndina hjá klovninum:  https://www.facebook.com/KlovnurinBuBu

 

Vit síggjast í Mentanarhúsinum leygardagin 14. desember.