Print Friendly, PDF & Email

Vit hava í kvøld skrivað sáttmála við nýggja hjálparvenjaran.
Maðurin, sum kemur at hjálpa Jógvan Martin, er Jákup Mikkelsen. Jákup tók við síðstu dystirnar í ár, og hevur játtað at verða hjálparvenjari fyri komandi ár. Jákup hevur verið hjá okkum í 6 ár nú, og kennir felagið væl. Tað er gleðiligt, at eitt samstarv kann koma í lag við fyrrverandi málmannin, nú eitt nýtt ár stendur fyri framman.

Vit ynskja Jákupi góða eydnu við nýggja starvinum, og gleða okkum til komandi ár.

Fylg við á if.fo, um alt sum hevur við ítróttarliga flaggskipið í bygdini.

 

Koyr á, ÍF!