Print Friendly, PDF & Email

Í meðan fyrireikingarnar til Effo-deildina og 1. deild hjá kvinnum eru væl og virðiliga byrjaðar, er felagið í gongd við at seta fólk til aðrar leiklutir í felagnum.

Nýggjur høvuðsungdómsvenjari, ella venjarar skuldi ein kanska sagt, eru sett, og er valið follið á eina lokala loysn. Talan er um tvey roynd fólk í felagnum. Torkil Hansen er kent andlit í ÍF. Hann var í 15 ár á besta mansliðnum, og spældi 169 dystir. Eftir hann gavst at spæla fótbólt hevur hann virkað sum ungdómsvenjari í fleiri ár, umframt at hann hevur verið hjálparvenjari á besta mansliðnum og venjari hjá kvinnunum. Jenny á Lakjuni hevur eisini spælt í fleiri ár við kvinnunum, og verið ungdómsvenjari í fleiri ár eftirhondini.

Venjarin hjá 2. deild er eitt óskrivað blað í venjarahøpi. 26 ára gamli Kambsdalsbúgvin Jóhan S. Ellingsgaard hevur í kvøld gjørt avtalu við okkum um at venja 2. deildarfelagið hjá okkum. Jóhan sjálvur hevur spælt 49 dystir fyri 2. deild, áðrenn ein álvarsamur skaði noyddi hann at gevast hevur skrivað undir ein eitt ára sáttmála.

Vit ynskja Torkil, Jenny og Jóhan hjartaliga tillukku við størvunum, og ynskja teimum góða eydnu í venjaragerningunum.