Print Friendly, PDF & Email

Vit leita eftir tær, sum hevur hug og hegni, at starvast nógv á vøllinum við nógvum børnum í aldrinum frá 6 til 16 ár. Tú dugir at leggja eina venjingarætlan til rættis fyri øll barna og ungdómsliðini, har tú eisini kemur at arbeiða tætt saman við øllum ungdómsvenjararnum hjá felagnum.

Krøv

UEFA A-license ella B-license (B4) ella onnur viðkomandi prógv. Eisini verður kravt, at tú hevur reina revsiváttan

Vit vænta, at tú

  • Dugir væl við fólki, og dámar væl at ganga á odda
  • Fer eftir at náa settum málsetningum
  • Er álitisvekjandi og atkomulig/ur
  • At tú dugir at taka avgerðir og grundgeva fyri hesum
  • Hevur góð samstarvsevni
  • Ert fyrikomani
  • Ert væl skipað/ur

Royndir

Hevur ymiskar viðkomandi royndir innan fótbólt (venjari, leikari ella líknandi)

Tíðarskeið

1 ella 2 ára Sáttmáli  (1.Feb – 31.Okt)

Løn

Sambært avtalu

Umsókn

Starvið verður sett skjótast tilber.

Umsókn saman við upplýsingum um útbúgving, viðmælum og royndum skal sendast til ÍF Fótbóltur – Ungdómsnevdin á [email protected] og frámerkjast “Høvuðsungdómsvenjari”

Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

Umsóknarfreistin er 4. Desember 2017.