Á Hvonn live, sum var leygarkvøldið 9. november á Hvonn, blivu tey bestu í fótbóltinum heiðrað. Vit høvdu 2 heiðrar við norðuraftur. Albert Ellefsen bleiv ársins venjari hjá monnum frammanfyri Sámal Erik Hentze hjá AB og Oddbjørn Joensen hjá HB.

Ársins ÍF’ari, sum fólkini á ársveitslunu atkvøddu til at vera liðskiparan Høgna Zachariasen, kom á ársins lið.

Hjartaliga tilukku, Høgni og Albert.