hgni z 2012Vit eru sera fegin at kunna avdúka, at Høgni hevur longt sáttmálan hjá sær við einum árið, so hann verður at síggja á ÍF liðnum í 2013.

Høgni hevði eitt sera gott ár í miðverjuni hjá ÍF í fjør, og tað sær út til, at Albert ætlar at halda fram við at brúka Høgna sum miðverja, um vit hyggja eftir venjingardystunum inntil víðari í ár. Høgni hevur leikt 174 dystir og skora 24 mál í bestu føroysku deildini, 43 dystir og skora 5 mál í steypakappingini og 2 Europa League dystir, so Høgni er ímillum teir meir royndu leikararnar hjá ÍF í ár.

Vit vilja ynskja Høgna góða eydnu víðari í Fuglafirði.

KOYR Á ÍF !!