Print Friendly, PDF & Email

Klaksvík, tann 16.03.2017

 

Partshoyring um Ndende Adama Gueye

Fyrst og fremst, vil eg bara boðað frá, at eg havi fingið eina munnliga átalu frá leiðsluni í ÍF, fyri at hava gjørt ímóti teirra boðum, tá eg valdi at seta Ndende á leikaralistan í fyrsta umfarinum. Eg metti tað verða ein neyðug avgerð, at brúka Ndende til dystin ímóti Suðringum, fyri at hava nakran sum helst møguleika fyri, at fáa eina góða byrjan uppá kappingina.

Hetta er fyrstu ferð, eg havi møguleikan fyri at byggja ein hóp upp frá byrjan av einum kappingarárið í Effodeildini, og eg leggi ómetaliga nógva orku í hetta arbeiði. Tað gera øll onnur rundanum felagið eisini. Tað hevur gingið ómetaliga striltið, við at fáa mannað hópin í Fuglafirði, tí fíggjarætlanin sum leiðslan hevur lagt, er sera lág, og tískil er hópurin óvanliga smalur. Tá eg so fái at vita týsdagin í seinastu viku, at loyvi hjá Ndende fór ígjøgnum við 99% vissu, so vandu vit tær seinastu taktisku venjingarnar við Ndende á liðnum – sjálvsagt. Fríggjakvøldið eru boðini onnur. Eg fái at vita, at arbeiðsloyvi hjá Ndende er ikki komi í rættlag til tíðina, og fái boð um, at Ndende kann ikki brúkast til dystin ímóti Suðringum. Hetta er tann størsti profilurin á liðnum hjá mær og tískil ein katastrofa. Eg kannaði hvørjar avleiðingar onnur feløg hava havt av slíkum dømum, og í ongum førum vóru ítróttarligar avleiðingar, so eg tók eina avgerð, sum eg metti verða neyðug. Eg tók Ndende við til Tvøroyri, fekk liðleiðaran at seta hann inn á nýggju dómaraseðils skipanina og tað sá alt út til at vera í ordan.

Eg taki fulla ábyrgd av hesum málið og vóni eina virðiliga viðgerð.

 

Vinarliga

 

Jákup Mikkelsen

Høvuðsvenjari hjá ÍF

Tel. 214180