Print Friendly, PDF & Email

Nú heystið er farið at halla og veturin spakuliga byrjar at banka upp á, hevur hetta eisini við sær, at fótbóltskappingarárið 2017 spælir sítt síðsta vers.

Um vit hyggja eftir støðuni hjá monnunum, so hevur tað ikki verið serliga hugaligt farna árið. Áðrenn síðsta leikumfar hava besta og næstbesta lið bert megna at fingið 12 stig tilsamans í ár og bæði liðini fara eina deild lægri niður at spæla í 2018.

Um ein fer 10 ár aftur í tíðina, so var tað ikki ókent fyribrigdi hjá besta liðnum hjá ÍF at ferðast millum deildirnar. Nú eru tað 10 ár síðani ÍF seinast leikti í næstbestu deildini og í hesum tíðarskeiðnum hava okkara menn megna fýra ferðir at enda nummar 7, tríggjar ferðir nummar 6, eina ferð nummar 4 og heili tvær ferðir fingið silvur heiðursmerkir. Í hesum tíðarskeiðnum hava vit eisini verið ein aktivur gestur í finaluni um Løgmanssteypið. Tað er sjálvandi spell og øgiliga keðiliga  at flyta niður, men vit mugu minnast til, at tey síðstu 10 árini hava verið rættiliga góð – takk tit leikarar og venjarar fyri tað.

Í fjør megnaði næstbesta liðið hjá ÍF at flyta upp í 1. deild, og er hetta eisini flott. Vónandi hevur hetta verið ein mennandi tíð hjá fleiri leikarum og kunnu teir, brúka hetta í komandi ár.

Tað er eisini hugaligt at lesa m.a. í miðlunum, at nevndin hevur úttalað seg um, at byrja av nýggjum við at byggja upp í yngru deildunum, tí hetta er rætti vegurin fram.

 

Tað hevur ikki bert verið ein keðilig tíð. Um hugd verður eftir gongdini hjá kvinnunum og yngru deildunum, so er nógv gott at heinta. Í bestu kvinnudeildini bleiv felagsliðið Víkingur/ ÍF nummar 4, 2. deild megnaði eitt 2. pláss og Gentir 14-17 fingu eisini silvur – sera flott og til lukku.

Í yngru deildunum vóru úrslitini eisini góð, og onkur góð tíðindi vóru at hoyra, m.a. drongir U12, U14 og U16 fingu allir heiðusmerkir í bólkunum, har teir leiktu. Vert er eisini at nevna, at hetta er fyrstu ferð í longri tíð, at ÍF hevur eitt lið í U14 Gentum, og høvdu tær lagt nógv arbeiði í at fáa hetta at hanga saman. Takk tit øll, sum leggja eitt stórt arbeiði eftir tykkum. Um tað er sum venjari, baka kaku til dystir, koyra børnini til dyst, seta hornafløggini upp til dyst o.a., sum tit gera fyri felagið.

 

Sum áður nevnt, so hevur nevndin úttalað seg um at byrja av nýggjum við at byggja upp í yngru deildunum. Hetta ljóðar gott, og hetta er ein greið og góð útmelding frá nevndini. Men hetta verður ikki lætt, og neyvan koma úrslitini beinanvegin. Ei heldur verður hetta til nakað, uttan at vit øll eru við til at hjálpa nevndini og gera okkara til, at hesi mál kunnu røkkast. So vit mugu bæði verða tolin og hava álit á, at ÍF fer at fáa eitt gott og felags stev, sum fer at gera ÍF til ein maktfaktor í føroyskum fótbólti.

Við ynskjum um ein góðan vetur, og at vit síggjast aftur fjølment í Fløtugerði kappingarárið 2018!

 

Mynd: U12 dreingirnir hjá okkum í ár