Í dag leikti okkara lið í Klaksvík móti KÍ – liðnum, sum á stigatalvuni liggur rættiliga nær okkara liði.
Nógvir vóru fuglfirðingarnir, ið fóru til Klaksvíkar í dag við vón um at síggja ein spennandi og javnan dysti. Men so varð ikki, ÍF – liðið tapti heili 4 – 0, og fuglfirðingar fóru við ringum tannabiti úr Klaksvík, og stuðlar ÍF `s yvirhøvur vórðu vónbrotnir av úrslitinum í dag, nakað, ið eingin hevði væntað.
Líkindini at leika vóru av teimum allarbestu, og væl av fólki hevði leitað sær til vøllin.
Ta fyrstu løtuna sóu vit tvey jøvn lið, ið løgdu varisliga fyri, men sum frá leið vísti KÍ seg sum tað liðið, ið vísti betri samanspæl, fluttu seg betur á vøllinum, ið ørkymlaði ÍF – liðið.
KÍ – liðið hevði fleiri álop, men striltið gekst liðnum at fáa mál. Fleiri hornaspørk fingu KÍ – ararnir, og mangan var nær við.
Verjuspælið hjá ÍF – liðnum var alt annað enn gott. M.a. fall tað mongum fyri brósti, at enn einaferð síggja vit eina nýggja verju innan tríggjar dystir, ið ikki riggar nóg væl.
Fýra teir aftastu spælararnir á ÍF – liðnum, kendu tað sum sína skyldu at vera tað aftasta liðið – hóast bert ein ella tveir KÍ -arar vóru har, so fóru teir treyðugt fram og høvdu kunnað styrkt miðvøllin, ið var alt ov veikur (fámentur), ið gav klaksvíkingum so at siga frítt spæl.
Tað eydnaðist KÍ – liðnum at fáa tvey mál í fyrra hálvleiki, og sigurin høvdu teir uppiborið.
Seinni hálvleikur varð øðrvísi. Okkara leikarar vóru ágrýtnari, og verjuleikararnir fóru nú longur fram, og spælið gjørdist munandi betri. ÌF – liðið megnaði at byggja upp fleiri álop á KÍ málið, ið áttu at havt kastað av sær, men eydnan var ikki við fuglfirðingum í dag, tíverri.
Clayton hevði fleiri kjansir, men tíverri eydnasðist tað ikki.
Besta kjansin fekk Frank, har Nenad hevði gørt alt forarbeiðið, men Frank rakti ikki bóltin nóg væl.
So hendir mangan tað í fótbólti, at hitt liðið, t.e. KÍ ger nøkur kontraálop, ið geva mál tvær ferðir, og so varð støðan 4 – 0.
Vit mugu ásanna, at vit framvegis eru í einum aldudali, ið vit mugu koma burturúr aftur. Mong eru tey, ið spyrja, hvat bagir ÍF – liðnum ?
Næsti dystur verður við Margáir móti EB/Streymi, sum í løtuni ríður á aldurygginum.
Seinast vit spældu í Fuglafirði móti EB/Streymi vunnu vit 3 – 0. Leikararnir hjá EB/Streymi eru so at siga teir somu , sum tá ið vit vunnu á teimum, so hví skulu vit ikki megna tað einaferð aftrat ?
ÍF – stuðlarnir vóru nógvir í Klaksvík, og teir verða ikki færri við Margáir 15. juni.

Signar