Print Friendly, PDF & Email

Í frálíka veðrinum í dag spældu ÍF og B 68 í Fløtugerði.
Fuglfirðingar høvdu væntað at vunnið, men so varð ikki, B 68 streyk avstað við sigrinum 2 – 1, og tað var fult uppiborið.
Sjáldan hava vit sæð ÍF- ararnar so ússaligar sum í dag, einki bar til, og hugburðurin var syndarligur. Ágrýtni og áræði sóu vit alt ov lítið til, meðan mótstøðuliðið stríddust av øllum alvi allan dystin á tamb.
Tó skal sigast, at hóast B-68 hevði bóltin meira, so átti okkara lið nógv fleiri málmøguleikar enn B-68 í fyrra hálvleiki, men vit tóku ikki av.
Fyrsta málið fekk ÍF, ið Bogi L. sendi í málið, eftir einum innleggi frá Clayton.
Einar 4 – 5 aðrar heilt góðar møguleikar hevði ÍF, men einki vísti seg at bera til.
Miðjan á ÌF – liðnum riggaði als ikki, alt ov nógvar misskiljingar og alt ov nógv óneyðug fríspørk vórðu gjørd av okkara monnum.
Í seinna hálvleiki kom Dànjal inn fyri Jan E., ið varð skaddur. Tað, ið plagar at eyðkenna Dánjal, er hansara treiskni og góða hugburð, men í dag bar einki til. Og so hendi tað, ið ikki mátti henda, B 68 fekk brotsspark, tí ein B-68 spælari varð feldur inni í brotsteignum, fullkomulihga óneyðugt, og B-68 setti bóltin trygt í netið, til støðuna 1 -1.
Hetta gav B- 68 liðnum uppaftur betri mót um ein sigur, og lið teirra helmaði ikki í, fyrrenn tað hevði fingið næsta málið. Fuglfirðingar høvdu nakrar góðar atsóknir, men sum tíverri ongantíð góvu úrslit. Málmaðurin hjá B-68 vardi málið sera væl.
Tá ið bert stutt tíð var eftir av dystinum, kom ungi spælarin Andreas inn á ÍF liðið.
Hóast dysturin varð væl liðin, og bert stutt tíð var eftir, megnaði hesin ungi spælarin at gera vart við seg. Hann hevði áræði og dirvi og spældi væl í álopinum.
Hóast hetta tapið, so mugu vit ongantíð fella í fátt, men reisa okkum aftur.
Næsti dystur verður móti AB í Fuglafirði næsta sunnudag. Seinast vit spældu móti teimum á Argjum, gekst illa hjá okkara monnum og vit vórðu avsmurdir.
Tað var eyðmýkjandi fyri okkara lið, men hesaferð eigur og skal vend koma í, og tað er einki annað enn eitt krav, at okkara lið vinnur, so vit koma hægri upp á stigatalvuna.
Vónandi møta ÍF – stuðlarnir væl upp til komandi dyst og stuðla liðnum væl.
Dyggir stuðlar gera góðan mun.

Signar