Print Friendly, PDF & Email

Aftur eitt eyðmýkjandi ÍF- tap og hesaferð í Fløtugerði í Fuglafirði.
Dystirnir millum KÍ og ÍF hava aloftast verið rættiliga javnir, og so varð væntað hesaferð eisini, men so varð ikki, okkara lið varð avbukað heili 4-0.
Mong spyrja, var tað so stórur munur á liðunum ?
Í fyrra hálvleiki vóru liðini rættiliga jøvn, og bæði høvdu møguleikar at fáa mál. Beint áðrenn hálvleik fekk KÍ eitt hornaspark í vinstru síðu og bólturin verður skotin væl innfyri, har ein KÍ-ari stóð púra fríur, setti høvdu undir bóltin og í netið til støðuna 1-0 til KÍ.
So skjótt seinni hálvleikur byrjaði legði ÍF-liðið trýst á KÍ-liðið, og mangan varð nær við at fáa mál, men meira bleiv tað ikki.
So hendi tað, ið ikki má henda, verjuvilla verður gjørd av ÍF-verjuni beint uttan fyri 16-meturin, har klaksvíkingar fáa bóltin “foreraðan”, ið verður sendur í netið til støðuna 2-0.
Brekkan gjørdist nú rættiliga brøtt hjá ÌF, samstundis sumsjálvsálitið hjá klaksvíkingum vaks. Tvær ferðir aftrat megnaði KÍ-álopið at spæla seg gjøgnum ÍF-verjuna og fáa tvey mál, so endaliga støðan gjørdist 4-0 til KÍ.
Einki er at ivast í, at venjararnir nú eftir 10-1 málum eftir tveimum dystum, NSÍ tapið 6-1 og KÍ-tapið 4-0, sita í døpurhuga, hvørjar broytingar skulu gerast til næsta dyst, sum verður móti TB í Suðuroy, liðið sum spældi javnleik móti B-36 í Havn.
Jógvan Martin er bersøgin í síni útsøgn eftir dystin: Verjan gjørdi ikki sína skyldu. Rætt er tað, verjuparturin er viknaður munandi, men er tað bert verjan, ið er viknað ?
Í álopinum hevur ÍF-liðið fleiri góðar og sterkar álopsleikarar, men vit eru mong, ið fýlast á, at teir fáa alt ov lítið burturúr.
Dysturin móti Víkingi í Fuglafirði, ið fuglfirðingar áttu at vunnið, var nakað heilt annað. Allir stríddust tann dystin og lyftu í felag.
Taka vit samanum, so mugi vit ásanna, at okkara lið kom illa frá dystinum í dag, tí liðið spældi móti liði, ið er á sama støði sum okkara.
Aðrir bollar skulu í súpanina, og vit rokna við, at royndu venjararnir Jógvan Martin og Jákup M. finna teir.
Góða eydnu ÍF !

 

Signar á Brúnni

Norðlýsið eigur myndina