Print Friendly, PDF & Email

Í dag leikti okkara lið í Sarpugerði, og satt at siga vóru tað mong, ið væntaðu ein javnan og góðan dyst, tí ÍF – liðið hevur aloftast fingið rættiliga góð úrslit í Sarpugerði, men so bleiv ikki, vit komu innaftur um Varmakeldueiði við einum 4 – 2 tapi, ið varð alt ov nógv.
Víkingur er eitt lið, sum setur sær høg mál og veit at uttan tógvið stríð, kemst ongan veg.
Víkingur byrjaði bragdligari enn ÍF, høvdu meira bóltin, men komu tó ikki til teir nógvu kjansirnar, og tó ….tá ið bert 5 minuttir vóru leiktir eydnaðist Víkingi at fáa mál.
Víkingaleikari kom úr vinstru síðu, snýtti ein verjuleikara og smekkaði bóltin í handaru stongina til støðuna 1 – 0. Eitt alt ov bíligt mál, sum verjuleikarar okkara áttu at fyribyrgt.
Hálvleiksstøðan var sostatt 1 – 0.
So skjótt seinni hálvleikur varð bríkslaður í gongd, vóru fuglfirðingar um at fáa mál, tá ið teir í einum vælskipaðum álopi komu heilt inn móti málinum, har Clayton stóð einsamallur við málmanninum, men misnýtti møguleikan við at raka málmannin.
Nakað seinni fekk Víkingur fríspark beint uttanfyri 16 meturin, ið stórskjúttin Súni varð settur at skjóta. Og mín sann eydnaðist honum at seta bóltin trygt í netið til støðuna 2 – 0.
Men fuglfirðingar góvust ikki, tvørturímóti kom nógv meira ferð á spælið, og fleiri ferðir hóttu teir við málið.
So einaferð eydnaðst tað Jann Ellingsgaard at seta bóltin í málið til støðuna 2 – 1.
Tá sá út sum ÍF – ararnir alsamt tóku meira yvir, meðan Víkingaliðið sá út til at vera nøgt við at føra dystin við einum máli.
Henda løtan varð tó stokkut, tí brádliga eydnaðist tað Hanusi í Víkingaliðnum at smekka bóltin í okkara mál, so úrslitið gjørdist 3 -1. Eiit vakurt mál, ið málmaðurin ongan livandi kjams hevði at bjarga.
ÍF – liðið sá nú út til at hava mist vónina um ein javnleik, tí leikferðin lækkaði.
Víkingur fekk sítt fjórða mál, so støðan varð 4 – 1.
Í síðstu løtu eydnaðist tað ÍF at fáa sítt næsta mál, orsakað misskiljing í víkingaverjuni, so støðan gjørdist ikki so heilt galin 4 – 2.
Mong eru tey, ið spyrja, hvussu kann tað bera til, at eitt lið við slíkari manning ikki er komið longur ?
Hvussu kann tað bera til, at liðið í einar 15 minuttir kann spæla fram úr góðan fótbólt, fyri síðani at vísa seg sum eitt lið í 4. deild ?
Eru allir okkara leikarar í nóg góðari venjing ?
Tað er ikki so løgið, at fólk er spurin, tí manningin á okkara liði, er næstan tann sama, sum tá ið liðið lá í oddinum í bestu deildini í fleiri ár.
Eru tað hini liðini, ið eru vorðin betri, so eiga okkara leikarar at taka sær um reiggj og gera í minsta lagið tað sama sum tey liðini.
Vit vóna, at tað fer at ganga liðnum betur teir komandi dystirnar í ár, so vit ikki liggja alt ov niðalagað á stigatalvuni.
Vit standa saman í viðgangi og mótgangi – vit stuðla okkara liði hvørjaferð teir spæla.
Hittast til næsta dyst.

Signar