Print Friendly, PDF & Email

Í dag var avtala undriskrivað við ljósabláu grannarnar hinumegin Varmakeldueið, sum inniber, at bestu kvinnuliðini hjá feløgunum báðum leggja saman. Afturat tí kemur samstarvið at merkja, at gentur U17 og 2. deild kvinnur, koma at samstarva í 2014.

Samstarvsavtalan merkir, at annarhvør heimadystur verður leiktur í Fuglafirði og annarhvør í Gøtu/Leirvík. Annarhvør útidystur verður leiktur í reyðu ÍF litunum, og annarhvør í ljósabláu Víkingalitunum.
Av tí at tað tóktist trupult at manna tvey lið, var kalla til fund millum feløgini, venjararnar og leikaraumboð, og skjótt kom eitt samstarv í lag. Liðið í 1. og og 2. deild kemur at spæla undir navninum ÍF/Víkingur,  og í Gentur U17 Víkingur/ÍF.
Hendan avtalan bleiv undirskrivað í dag, og kemur venjarin hjá ÍF kvinnunum í 2013, Durita R. Djurhuus, at hava høvuðsábyrgdina av liðnum, við góðari hjálp úr báðum feløgunum. Júst fráfarni formaðurin í ÍF, Magnus Jørmundsson, og formaðurin í Víkingi, Brandur Jacobsen, skrivaðu undir avtaluna í dag.

Vit vænta at hetta samstarvið fer at gangast væl, og ynskja øllum, ið hava við liðini at gera, góða eydnu við kappingarárinum.