Print Friendly, PDF & Email

Fuglfirðingar hava sjáldan havt lætt við at vunnið dystir á Svangaskarði.
Hóast B-68 liggur niðast á stigatalvuni higartil í ár, so skal sigast um liðið, at tað stríðist til seinasta bríksl.
Soleiðis var eisini í dag.
ÍF-ararnir spældu betur, men B-68 vóru ágrýtnir og stríddust sum fyri lívinum allan dystin. B-68 fekk fyrsta málið, ið ÍF-málmaðurin átti at havt bjargað, men tað miseydnaðist og B-68 førdi eina góða løtu við einum máli.
Nakað væl seinni hevði ÍF-liðið fleiri væl skipað álop, og tað lá eins og í luftini, at mál fór at koma – og so bleiv.
Lavall arbeiddi dúgliga í dag og honum eydnaðist at javna til støðuna 1-1, ið var hálvleiksstøðan.
Fyrstu 20 minuttirnar av seinna hálvleiki vóru ÍF-ararnir óførir – allir stríddust og strevaðust, og samspælið millum verju, miðju og álop riggaði væl.
So einaferð smekkaði Ari bóltin inn fyri B-68 málið, ið Bogi hegnisliga við høvdinum setti í netið til støðuna 2-1.
Fleiri ferðir vórðu boð eftir toftamonnum, men hvørjaferð eydnaðist teimum at fáa bóltin burtur av vandakós, so fuglfirðingar ikki megnaðu at fáa fleiri mál.
Men B-68 mannaði seg upp og tók meira yvir, og mín sann um teir ikki eisini høvdu møguleikar at fingið mál.
Skjótálopini hjá ÍF vóru vandamikil, og miðvallarspælararnir og álopsspælararnir spældu væl og skilagott, og teir høvdu so sanniliga eisini møguleikar at fáa mál.
Tá ið eitt korter var eftir, gjørdi Jákup M. nakrar útskiftingar. Besti maður á vøllinum, Jan Ellingsgaard varð skiftur út, og í hansara stað kom Gunnar C., ið royndist væl. Clayton og Dánjal Pauli komu eisini inn, og teir megnaðu saman við hinum av manningini at verja skansan.
ÍF-liðið hevði uppiborið sigurin í dag, tí allir stríddust teir av øllum alvi allan dystin, og samanspælið var skilagott – helst tað spæl, ið Jógvan Martin og Jákup M. hava lært okkara menn, sum teir nú hava tikið til sín.
Næsti dystur verður ímóti HB í Fuglafirði. Vanliga plaga fuglfirðingar at klára seg væl móti HB-liðnum, og vísa okkara menn sama stríðsvilja við skilagóðum spæli, sum teir vístu móti B-68 á Svangaskarði í dag, so kunnu vit hava góðar vónir.

 

Signar á Brúnni

Norðlýsið eigur myndina