Print Friendly, PDF & Email

Dystirnir móti HB – liðnum í Fuglafirði hava nú í mong ár verið sera undirhaldandi og væl leiktir.
Mong vóru tey, ið hugsaðu, at hesaferð verður øðrvísi, tí HB er í einum góðum stima, hevur vunnið sjey dystir á rað, men ÍF-ararnir lítið og einki hava víst.
Men soleiðis bleiv ikki, botniðið ÍF vann dystin 2-1á HB, ið var fult uppiborið.
Bæði liðini byrjaðu varliga, spældu vakran fótbólt, men nakar broddur var ikki í álopunum.
Í fyrra hálvleiki hevði HB ikki teir nógvu málmøguleikarnar, meðan ÍF hevði nakrar, so mangt bendi á, at nú endiliga fór at bragda hjá ÍF.
Ta einu ferðina, rakti bólturin báðar málstengurnar hjá HB, men inn vildi hann ikki.
“Tað sama gamla lagið”, hugsaðu ÍF stuðlarnir, eingin megnar at seta bóltin í mál.
Og sum so mangan, tá ið møguleikarnir ikki verða troyttir nóg væl, so kemur stígur í, og mótstøðuliðið fær nakrar heilt fáar kjansir, og eydnast tað teimum at fáa fyrsta málið, hóast ÍF-liðið hevði annað uppiborið. Eftir trunkaspæli í 16-metrunum hjá ÍF, eydnaðist HB at fáa mál tíðliga í seinna hálvleiki.
Men fuglfirðingar mistu ikki móti, men stríddust uppaftur meira – ja, hvør spælari stríddist sum fyri lívinum, og tað gav úrslit.
Tá ið spælt varð nakað út í seinna hálvleik, eydnaðist tað ÍF at fáa mál, ja ein perla av einum máli.
Bólturin varð skotin fram til Dánjal á Lakjuni, sum við einum dundursskotið smekkaði bóltin í handari stongina, og málmaðurin hjá HB hevði ikki livandi kjans at bjarga skotinum.
Hetta kom dátt við hjá HB-liðnum, liðið sum hevur ligið á einum alduryggi, síðani seinna helvtin av kappingini varð sett í gongd.
ÍF-liðið helt fram við somu ferð, eingin spælari spardi seg, allir høvdu sett sær sum mál, at nú skuldi vend koma í.
Og so kom næsta vakra málið hjá ÍF, ið Ndende setti í netið, til støðuna 2-1.
ÍF-stuðlarnir fegnaðust, tøgnin, sum hinar dystirnar hevur valdað við vøllin, varð broytt til fagnaðarljóð.
HB spílaði seg út fyri at fáa javnleik, men tað eydnaðist ikki, okkara menn stríddust væl og virðiliga og vístu henda dystin, at liðið eigur at verandi í bestu deildini komandi ár.
Tá ið dómarin bríkslaði dystin at verða lidnan, var rómur í Fløtugerði, spælararnir runnu hond í hond móti sínum stuðlum og heilsaðu og takkaðu fyri dyggan stuðul.
Slíkur sigur hevur stóran týdning fyri ÍF-liðið, tí liðið prógvaði sín dugnaskap við at steðga sigurgongdini hjá fræga HB-liðnum.
Nú ræður um at hava sama stríðsvilja næstu dystirnar og prógva, at tað varð ikki av tilvild okkara menn vunnu í dag, men tað var stríðsviljin og samanhaldið, ið gav megnar úrslitið.
Til lukku ÍF við frálíka úrslitinum í dag !

Skriva hevur Signar á Brúnni