Print Friendly, PDF & Email

Leygardagin 5. oktober hevur ÍF brunch í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.
Í hesum sambandi fara vit at royna okkum við eini sms-uppboðssølu av Euro League blusunum, sum vit brúktu til dystirnar í móti Linfield. Um tú vilt leggja eitt boð inn á eina blusu, skalt tú senda eitt sms á tlf nr 27 38 84, har tú skrivar upphædd og hvørja blusu, tú ynskir at bjóða uppá. Hendan uppboðssølan byrjar leygardagin 22. september.  Listin verður síðan dagførdur einaferð um dagin og lagdur út á  vangamyndina hjá ÍF á Facebook. Minsta boð til eina blusu er tó 700,-. Tó verða blusurnar hjá Bartal, Jákup Mikkelsen og Høgna Madsen ikki seldar á umvegis sms-uppboðssøluna – sí skránna.

Skrá:

9-14: Brunch, sum Jákup Arnholdt Lambaa hevur gjørt. Kostnaður 100,- fyri vaksin og 50,- fyri børn undir 13 ár.

9-14: Tombola.

9-14: Atgongumerki til ársveitsluna verða seld. Kostnaður 375,-

11:30: Avdúkingar í samband við komandi kappingarár.

12:30: Meksikansk uppboðssøla av Euro League blusunum hjá vara- og liðskiparanum í Euro League, Jákup Mikkelsen og Bartal Eliasen.

13:30: Blusurnar, ið eru seldar á sms-uppboðssølu, verða handaðar. Niðanfyri sæst ein listi av blusum, ið verða seldar umvegis sms-uppboðssøluna:

2. Áki Petersen

3. Poul N. Mikkelsen

4. Nenad Saric

6. Hanus Thorleifsson

7. Alex Jovevic

8. Bogi R. Petersen

9. Ari Ó. Ellingsgaard

10. Øssur M. Dalbúð

12. Margeir Toftegaard

13. Heri H. Nesá

14. Pól Magnus Petersen

15. Jákup Johansen

16. Hallgrím G. Hansen

23. Fritleif í Lambanum

28. Arnold Kristiansen

30. Kristian J. Hjerrild

37. Jan Ó. Ellingsgaard

 

Vit síggjast leygarmorgunin 5. oktober í Mentanarhúsinum í Fuglafirði.