Sigursgongdin hjá KÍ varð steðgað í dag

Mong vóru tey, ið væntaðu at KÍ fór at vinna á ÍF í dag uttan stórvegis trupulleikar, tí KÍ liðið hevur ligið á alduryggingum í longri tíð og einki hevur bent á, at liðið fór í aldudalin aftur.
Dystirnar KÍ-liðið hevur spælt móti ÍF fyrr í ár hava sýnt, at KÍ-liðið er eitt sera sterkt lið og teir megnaðu í báðum førum at smyrja fuglfirðingar av – tveir eyðmýkjandi ósigrar fyri ÍF-liðið.
Hesa skommina hava fuglfirðingar ikki viljað havt sitið á sær, so teir vístu í dag frá fyrsta bríksli, at hesaferð settu teir hart móti hørðum – nakran stórsigur fingu klaksvíkingar ikki.
Venjararnir báðir, Símun Eliasen og Jákup Mikkelsen, hava ligið við høvdinum í bloti og hugsa um, hvussu ÍF-liðið kundi vinna á KÍ-liðnum. Venjingin seinastu tíðina hevur verið hørð og spælihátturin hevur verið nógv og gjølliga umrøddur.
Tað er ikki altíð ein fyrimunur hjá einum liði, at verða mett sum tað betra liðið og tíðin á aldutoppinum er sjáldan varandi, nøkur bakkøst raka aloftast.
KÍ-liðið byrjaði bragdliga og hópur av dyggu fjepparum hjá KÍ stuðlaðu væl sínum liði, men skjótt funnu klaksvíkingar útav, at liðið teir spældu ímóti, var eitt heilt annað ÍF-lið, en liðið teir høvdu spælt frammanundan í hesi kappingini.
Sum dysturin leið, tók ÍF-liðið meira yvir. Teir spældu skilagott og vakran fótbólt, og tað gav úrslit. Nakað út í fyrra hálvleik eydnaðist ÍF at spæla seg ígjøgnum KÍ-verjuna og leggja bóltin fyri føturnar á Laval, ið ísakaldur smekkaði bóltin í meskarnar til støðuna 1-0 til útiliðið.
Men stutt aftaná, var málmansvilla gjørd av ÍF, ið bar í sær, at Páll Klettskarð fekk bóltin “foreraðan”, ið hann setti í mál, so fyrri hálvleikur endaði við javnleiki.
Annars skal sigast, at málmaðurin Elias royndist væl sín fyrsta dyst á ÍF-liðnum.
Seinni hálvleikur gjørdist ikki nógv øðrvísi enn fyrri hélvleikur – fuglfirðingar sótu á dystinum, og spældu seg til nógvar møguleikar, sum so einaferð góvu úrslit.
Kristoffur skeyt eitt gott skot dygst vinstru stólparót, ið málmaður KÍ ongan møguleika hevði at bjarga, so varð støðan 2-1 til ÍF, sum var fult uppiborið.
Løtu seinni bygdu ÍF-ararnir upp eitt gott álop, sum ótarnað slapp til skotstøðu, ið Laval aftur tók sær av. Hann sveik ikki, men smekkaði bóltin í mál til støðuna 3-1.
Stór útskifting varð gjørd á KÍ-liðnum, men lítið hjálpti, spælið hjá KÍ-liðnum riggaði ikki so væl, sum tað mangan plagar.
Tað eydnaðist ÍF a fáa fjórða málið, ið aftur frægi álopsleikarin Laval setti í netið, so støðan varð 4-1, og dysturin so at siga avgjørdur.
Men klaksvíkingar fingu pynta upp á úrslitið seinastu minuttirnar, sum var eitt ÍF sjálvmál, so endaliga úrslitið bleiv 4-2.
KÍ-liðið hevði nakrar málkjansir, men í netið vildi bólturin ikki.
Um ÍF-liðið skal verða sagt, at liðið var ágrýtið og sýndi ein veruligan stríðsvilja, ið forðaði KÍ-liðnum at fáa spælt sítt spæl. Allir sum ein stríddust fyri einum sigri, eingin sveik, lyft varð í felag, og tað gav úrslit.
Eitt megnarúrslit varð nátt. Oddaliðið varð væl og virðiliga sett upp á pláss av liði, ið stríddist til síðsta bríksl.
Til lukku við megnaravrikinum ÍF.
Verður sama uppskrift nýtt til næsta dystin, so sær ljóst út fyri framman.

Signar