Print Friendly, PDF & Email

Tað sær einki út hjá ÌF liðnum í Effodeildini. Liðið liggur niðast á sigatalvuni, nú umleið ein triðingur er spældur.
Seinasta dystin megnaðu teir heldur ikki at vinna, ið var ímóti HB í Havn, liðið, sum tapti móti B36, ið spældi við tveimum spælarun færri.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, sást beinanvegin, at HB legði trýst á ÍF. HB spældi væl og skilagott, meðan ÍF vísti lítið og einki.
Tað vóru ikki meira enn tríggir minuttir gingnir, tá ið HB fekk sítt fyrsta mál, ið var fult uppiborið.
Tríggjar minuttir seinni, fekk HB sítt næsta mál. Samspælið millum miðvøllin og verjuna hjá ÍF riggaðu illa, alt ov nógvar misskiljingar.
Rókur hevði eina heila fløtu einsamallur at spæla á, smekkaði til og bólturin sat trygt í netinum.
Hálvleiksstøðan var 2-0 til HB.
Ì seinna hálvleiki sóu vit eitt nýtt ÍF lið. Allir spælararnir stríddust væl, og samspælið millum miðvøllin og verjuna riggaði nú nógv betur, ongar misskiljingar vórðu gjørdar, og tá ið tað so eydnaðist Andy Olsen at smekka bóltin upp undir tvørstongina og síðani í málið, fekk ÍF liðið blóð a tonnina, og tóku alsamt meira yvir.
Men so nakað út í seinna hálvleik fekk HB sítt triðja mál, men beint aftaná fekk ÍF fríspark tætt við 16 meturin í vinstru síðu, ið Ari tók skeyt væl innfyri, har har Ndende var hægstur og setti bóltin trygt í málið til støðun 3-2.
Nú leikaði javnt á, men HB varð tað hepnara liðið, ið fekk sítt fjórða mál, so endaliga støðan bleiv 4-2 til HB.
Hjá fuglfirðingum skaraði málmaðurin framúr. Hann hevði fleiri meistarligar bjargingar.
Nú skal nakað munagott gerast, so liðið sleppur upp úr aldudalinum aftur og megnar at koma longur upp á alduryggin.
Vit vóna, at tað hendir, tá ið vit møta til næsta dyst, ið verður móti suðuroyarliðnum í Fuglafirði.
Møtið fjølment í Fløtugerði komandi sunnudag og stuðlið okkara liði.

Mynd: Álvur Haraldsen/in.fo