Tað gongur skjótt hvønn vegin í fótbólti hjá ÍF í ár, tað hava tveir teir seinastu dystirnir víst okkum.
Seinasta dystin vísti ÍF fram úr góðan fótbólt við at vinna 3 – 0 á so góðum liði sum EB/Streymi, meðan vit í dag vóru aftanfyri við trimum málum í hálvleikinum móti B 36 – heilt óvæntað.
Tað sást rættiliga tíðliga í dystinum, at hetta fór at verða ein trupul dystur hjá ÍF, tí B 36 liðið stríddist meira og høvdu einar fýra framherjar, ið vóru serliga kvikir, og teir vóru truplir at steðga.
Tað sá út sum, um at fuglfirðingar lótu spælið hjá B 36 koma heilt inn í 16 meturin, har ÍF – ararnir høvdu sett sær fyri at leggja alla sína orku í verja, heldur enn at steðga álopunum fyrri og kanska longu á miðjum vølli.
Hesin taktikkur miseydnaðist fullkomuliga. Kviku álopsspælararnir hjá B 36 fingu ov lætt spæl í okkara 16 metrum, og vóru vandafullir ferð eftir ferð.
Fyrsta málið, ið B 36 fekk, var av mistøkum í verjuni, ið ikki átti at komið fyri.
Næsta málið kom, tá ið umleið 10 minuttir vóru spældir. B 36 fekk fríspark í vinstru síðu beint uttan fyri 16 meturin. Skotið varð ikki beinleiðis, men bólturin varð lagdur fyri annan spælara, ið skeyt tað í málið til støðuna 2 – 0. Eitt vakurt mál.
Triðja málið kom í 37. minutti.
Jákup á Borg, ið altíð er vandamikil í álopinum, hevði ríkiligt av plássi beint uttanfyri 16 meturin, smekkaði til, og bólturin sat trygt í netinum. Eitt gott mál.
B 36 helt fram í seinna hálvleiki, sum í tí fyrra, og tað gekk ikki so leingi, so fingu teir fjórða málið. Hetta var eitt av teimum vánaligu málunum, har okkara spælarar misskiltu hvør annan.
Men so innan stutta stund, so broyttist ÍF liðið, og var ikki at kennna aftur.
Sami taktikkur, ið liðið sýndi móti EB/Streymi, varð nú nýttur, og liðið var nógv tað betra liðið í øllum seinna hálvleiki.
Væl uppbygt álop skolaðu móti B 36 málinum, og tað lá eins í luftini, at ÍF fór at fáa mál. So einaferð bragdaði tað við einum skoti av Bartali, ið smekkaði bóltin upp undit nettakið, so var støðan 4 – 1.
Fleiri kjansir vóru, men skotini fóru beint við síðuna av, og í øðrum førum bjargaði málmaðurin í B 36 málinum, ið hevði ein stak góðan dag.
Okkara spælarar trúðu upp á ein sigur, og teir stríddust manniliga, og sum áður nevnt høvdu nógv meira spæl enn B 36.
Næsta málið gjørdi Kristoffur – eitt gott mál. Kristoffur hevur spælt sera væl, teir seinastu dystirnar.
Í allar síðsta minutti eydnaðist tað B 36 at fáa eitt mál aftrat, so endaliga støðan gjørdist 5 – 2.
Hóast tap, so kann sigast, at ÍF liðið spældi sera væl seinna hálvleik, ið teir førdu 2 -1.
Næsti dystur er eisini ein torførur dystur, tá ið vit skulu royna okkum ímóti toftamonnum út á Toftum. Nýta vit sama taktikk, sum seinna hálvleik í Fløtugerði í dag, so hava vit góðar vónir um at vinna okkara fyrsta dyst á útivølli.
ÍF liðið hevur mong og góð viðhaldsfólk, ið stuðla liðnum av fullum huga.
Tað gera tey eisini næsta dyst, tá ið farið verður út á Toftir at spæla móti B 68.

Signar