Print Friendly, PDF & Email

Hósdagin 7/9 hevði ÍF eykaaðalfund.

Mál á skránni var val av limum og eykalimum í høvuðsnevndina.

Tey ið ikki tóku við afturvalið vóru: Durita Toftegaard, Tórmóð Traðará og Edva Jacobsen.

Tey ið vóru í uppskotið til nevndina, vóru Dan Petersen, Birgar Larsen, Georges Rouah og Hildigarð Eliasen.

Leif André var í uppskotið til tiltakslim.

Í nýggju nevndini eru: Dan Petersen, Birgar Larsen, Jón N. Olsen, Katrin Madsen, Joan Pauli Olsen.

Tiltakslimir: Georges Rouah, Leif André Eliasen og Hildigarð Eliasen.

Nevndin hevur skipa seg:

Formaður: Dan Petersen.

Næstformaður: Birgar Larsen.

Peningarøkil: Jón N. Olsen.

Skrivari: Katrin Madsen.

Nevndarlimur: Joan Pauli Olsen.

Felagið takkar teimum undanfarnu nevndarlimunum fyri teirra arbeiði.