if nevndÍF hevði í kvøld aðalfund. Aðalfundurin var á John’s Café, har fitt av fólki var møtt. Eftir val av fundarstjóra, ið bleiv til Jens K. Petersen, og fundarskrivara, sum aðalfundurin samtykti skuldi verða Ólavur Larsen, hevði formaðurin, Magnus Jørmundsson, sína formans frágreiðing.

Síðan bleiv ársroknskapurin lagdur fram og av tí at eingi uppskot vóru komin til nevndina var farið beint til val av starvsnevndini. Hilmar Jacobsen, Kjartan Madsen og Leif André Eliasen stóðu fyri vali, og í meðan Kjartan og Hilmar ikki tóku við afturvali, valdi Leif André at bjóða seg fram sum tiltakslim fyri komandi ár. Skrivarin, Eyðun Laksáfoss, og formaðurin, Magnus Jørmundsson, høvdu báðir eitt ár eftir av sínum skeiðum.

Tey, ið vóru í uppskoti at koma í nýggju nevndina, vóru Ella á Dalbø, Sigrid Petersen og Njal R. Petersen, og blivu hesi øll vald.

Til val av ungdómsnevnd, ið felagið ikki hevði í 2013, stillaðu Mary Klein, Bogi Nielsen, Arnold Hermundarson, Sæbjørn Leiti og livandi ÍF legendan, Hildigarð Eliasen, upp. Hesi blivu øll vald.

Tá aðalfundurin var av, skipaðu nevndirnar seg soleiðis:

Starvsnevndin:

Njal R. Petersen, formaður

Ella á Dalbø, næstforkvinna

Magnus Jørmundsson, peningarøkil

Sigrid Petersen, skrivari

Eyðun Laksáfoss, nevndarlimur

Leif André Eliasen, tiltakslimur

Ungdómsnevnd:

Bogi Nielsen, formaður

Hildigarð Eliasen, peningarøkil

Mary Klein, skrivari

Arnold Hermundarson, tiltakslimur

Vit takka undanfarnu nevnd fyri arbeiðið, tey  hava gjørt fyri felagið, og ynskja samstundis komandi nevndum tilukku við valinum. Góða eydnu, øll somul.