Nógvur vindur var í Gøtu, tá ið dysturin millum ÍF og Víking varð leiktur.
Víkingur fekk undanvind fyrra hálvleik, og væl dugdu teir at fáa burtur úr honum.
ÍF – ararnir vóru um ein háls frá fyrsta bríksli, og verjan hjá ÍF hevði tað serliga trupult.
Tað gingu bert tríggir minuttir, so hevði Víkingur lagt seg á odda. Nakað seinni fekk
Víkingur fríspark uttan fyri 16 meturin. Frálíki skjúttin Súni O. skeyt eitt gott skot, væl stuðlað av vindinum, so støðan varð 2 – 0.
Víkingur var tað betra liðið allan fyrra hálvleik og megnaðu at vinna hálvleikin 4 – 0.
Mong vóru tey, ið hugsaðu, at í seinna hálvleiki fór vend at koma í, tí tá hevði ÍF – liðið vindin við sær.
Hóast nøkur góð álop og skot, so eydnaðist okkara monnum ikki at fáa mál. Tað sum málmaðurin hjá Víkingi ikki bjargaði, tey fóru beint við síðuna av málinum.
Men Víkingaliðið stríddist væl, og leikararnir vóru ógvuliga raskir og ágrýtnir og tað gav úrtøku. Nakað inn í seinna hálvleik eydnaðist Víkingi at fáa fimta máli, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Málmaðurin hjá ÍF, Jákup M. varð noyddur at fara av vøllinum vegna skaða, og í hansara stað kom Hallgrím G.inn. Hann hevði ein sera góðan dag við fleiri góðum bjargingum.
Ungi leikarin Levi Jøkladal kom inn fyri Dánjal á L. – hann kom væl frá dystinum.
Fyri ÌF- leikararnar varð hesin dysturin eitt vónbrot, tí hinir dystirnar fyrr í ár, ið hava verið móti Víkingi, hava verið javnir bæði í Gøtu og í Fuglafirði.
Men vit eiga at hava í huga, at einki lið í bestu deildini hevur verið so meint rakt av skaðum, sum okkara lið. Maður kemur í mans stað, men tað tekur tíð, at seta nýggjar leikarar inn á liðið.
Nú eru bert tvey umfør eftir í bestu deildini, og teir dystirnar eiga okkara menn vinna.
Góða eydnu !

Signar