Hvat ger ÍF nú ?

Tað sær einki út hjá ÍF í Effodeildini í ár.
Ikki tí, mong íf-viðhaldsfólk stúrdu fyri hesum, tí ikki færri enn fýra spælarar fóru aðrastaðni at royna seg, og tveir mistu vit á stokkinum, tí teir høvdu ikki síni pappír um spæliloyvir í lagi, so einki spurdist burturúr.

Peningur í fótbóltin
Tá ið peningur kom í fótbóltin, vóru ikki bert talan um fyrimunir, men so sanniliga eisini um vansar.
Tey peningaligu sterku liðini, við fíggjarligum sterkum bakkum, kunnu keypa sær megina, ið skal til fyri at verða í bestu deildini, meðan tey fíggjarligu veiku megna tað ikki – so einfalt er tað.
ÍF hevur skorið stuðulin til Effo-liðið munandi niður, so okkara felag nýtir bert ein brotpart av tí, sum onnur lið nýta.

“Det koster at være kar ”
“Det koster at være kar”, plaga norðmenn at taka til, og beinrakið er tað.
At missa okkara flaggskip er eingin glaður um, men orka vit framhaldandi at fíggja flaggskipið ?
Vit eiga fyrst av øllum at gera eitt stórt arbeiði, í teimum yngru deildunum, so vit fáa sum mest burturúr okkara egnu spælararum.

Venjarar og hugsjónir
Venjarar, ið verða settir at venja bestu deildina, hava vanliga ein sáttmála upp á tveyr ár, og einki løgið er í tí, at teir bert hugsa um góð úrslit, meðan teir hava ábyrgdina.
Hvaðani spælararnir koma, er helst líka mikið, úrslitið er tað, ið telur í teirra tonkum.

Hvat við spæligleðini ?
Annað, ið er vert at hugsa um, er spæligleðin.
Hvussu man støðan vera á tí økinum ?
Summir venjarar leika í, sum eru teir óðir í høvdinum, tí teir hava bert eitt í kvittanum, tað er at vinna næsta dyst.
Tá ið soleiðis er, hvussu verður so við spæligleðini ?
Neyvan hvørvur hon, men vandi er fyri, at hon viknar.
Áhugavert hevði verið at kannað hesi viðurskiftir, fyri at vita, hvussu støðan er, so vit hava nakað ítøkiligt at vísa á.
Vit eiga mangar eldsálir, sum gera eitt megnararbeiði fyri fótbóltinum í yngru deildunum, og vit sum fylgja við, duga eisini at síggja, at vit eiga nógv ungfólk, sum hava góðar gávur at spæla fótbólt, og einaferð, so fara tey at mynda flaggskipið, um venjingin og ungdómsarbeiðið er nóg væl gjørt.
Men vit skulu verða á varðhaldið í heilum, tí tey peningasterku feløgini leita allastaðni eftir sterkum spælararum, til sítt lið, og leggja lítið og einki í, hvat fyri orku liðini hava lagt í arbeiðið, fyri at styrkja sítt felag.

Dysturin í dag
Fyrra hálvleik spældi ÍF-liðið betur enn Kí-liðið og fekk tvey mál í fyrra hálvleiki, har annað var eitt keðiligt sjálvmál. Hitt málið var gott, ÍF-liðið fekk eitt fríspark beint uttanfyri 16 metur hjá KÍ, og tað eydnaðist Dánjali at skjóta bóltin beinleiðis í málið.
Tað hevur verið so managn funnist at ÍF-liðið bert spælir annan hálvleikin væl, og mín sann um tað ikki eisini passaði hesaferð.
Í seinna hálvleiki, steðgaði ÍF-liðið fullkomuliga upp, tað sá út, sum eingin orka var eftir.
Fyri ÍF varð hesin dystur eitt vónbrot, ið KÍ vann 4-1.

So kemur frítíðin
Nú verður steðgur í fótbóltinum, og nú ræður um hjá ÍF-nevndini at nýta frítíðina væl og finna útav, hvat skal gerast eftir summarsteðgin. Óneyðugt at siga, at gongdin higartil hevur ikki verið nóg góð, og ætlar nevndin o.o., at ÍF skal verða verðandi í bestu deildini komandi kappingarár, so skal nakað munagott gerast ongantíð ov skjótt.

Skriva hevur Signar á Brúnni