Mong vóru tey, sum stúrdu fyri dystinum í dag móti KÍ, m.a. tí at so nógvir av okkara “úrmælingum” á liðnum vóru skaddir. Og havandi í huga, at okkara lið tapti seinasta dyst móti KÍ heili 4 – 0, so sá tað alt annað enn ljóst út fyri okkara ÍF – lið.
Men so mangan verða vit snýtt, og so var eisini hesaferð.
Teir leikarar, ið leiktu í dag, høvdu sett sær fyri at prógva, at teir skuldu ikki svíkja, men megna tað sama sum “úrmælingarnir.”
Hetta megnaðu teir væl og virðiliga, og vóru teir eitt sindur hepnari, so áttu teir at vunnið dystin.
Liðini løgdu varliga fyri, og nógvi vindurin darvaði spælinum hjá báðum liðum.
KÍ leiktu undan vindinum í fyrrra hálvleiki, men høvdu lítlar og ongar fyrimunir av tí.
ÍF – liðið hevði nøkur heilt góð og væl skipað álop, har líka tað síðsta vantaði.
Men so einaferð eydnaðist tað. ÌF fekk hornaspark, ið Leivur legði innfyri. Fleiri ÍF – arar raktu bóltin, men varð hann bjargaður á strikuni einar tvær ferðir, men so triðju ferð eydnaðist tað Jógvani Isaksen at smekka bóltin í netið til støðuna 1 – 0 til ÍF.
Dysturin var framhaldandi javnur, og kundi fara báðar vegir. So einaferð eydnaðist tað KÍ – leikara at spæla seg frían í 16 metur teignum og skjóta mál til støðuna 1 – 1.
Í seinna hálvleiki høvdu liðini fleiri møguleikar, ið vórðu misnýttir.
Ta einu ferðina var Dánjal á L. um at fáa mál, tá ið hann hegnisliga slapp framvið fleiri KÍ – leikarum, men tá ið hann so smekkaði til var ov seint.
Størsta og besta møguleikan mundi Kristoffur hava, tá tað eydnaðist honum at renna verjuna hjá KÍ av og so smekka til, men tíverri fór bólturin beint uttan fyri handara stólpan.
Bert tveir minuttir eftir royndina hjá Kristoffuri varð dysturin liðugur.
Havandi í huga at ikki færri enn seks av okkara “úrmælingum” ikki spældu við, so eiga vit at vera væl nøgd við úrslitið og samstundis ásanna, at maður kemur í mans stað.
Signar.