Væl av fólki var savnað í Gundadali á ólavsøku, tá ið B – 36 og ÍF spældu. Satt at siga, hevði eg væntað ein javnan og góðan dyst.
Seinast hesi liðini møttust í Fuglafirði, vann ÍF 3 – 1, ið var fult uppiborið, og tí varð væntað, at dysturin í Gundadali fór at gerast javnur og spennandi.
Mongum brestir ætlan, plagar at verða tikið til, og orðini hóska væl í hesum føri.
Okkara lið vísti lítið og einki, meðan B – 36 – liðið lýsti av stríðsvilja og áræði. Úrslitið bleiv 4 – 0 til B – 36, ið varð eitt eyðmýkjandi úrslit fyri okkara lið.
Hvat er tað, ið bagir okkara liði, eru tað mong, ið spyrja, tí liðið kann spæla sera góðan fótbólt og vísa áræði og stríðsvilja, sum er treytin fyri góðum úrsliti.
Eftir mínum tykki er ein veikleiki, at verjuleikararnir eru sjáldan teir somu. Royndir verða gjørdar við nýggjum fólki so at siga hvønn dyst, og tað kann ikki roynast væl.
Í Gundadali vórðu óvanliga nógvar verjuvillur gjørdar , ið m.a. góvu B – 36 tvey lætt vunnin mál.
B – 36 liðið var árvakið allan dystin, lótu ongna møguleika farið aftur við borðinum, men herjaðu á hvørja einastu ferð – og tað gav teimum úrtøku.
Samspælið millum miðju og álop á ÍF – liðnum riggaði ikki nóg væl, tí spurdist so lítið burturúr.
Rætt skal vera rætt, nøkur góð álop hevði okkara lið í fyrstani. M.a. tá ið Jan skallaði bóltin móti málinum, men sum málmanninum hjá B – 36 eydnaðist at
fáa upp um málið.
Frank hevði eitt dundurskot móti málinum, sum streyk uttanfyri handaru stongina hjá B – 36.
Bartal helt fyri eftir dystin, at nú mugu onkrar “klokkur ringja” og leikarar taka seg saman, tí liðið teir hava í dag, eigur at megna nógv meira, enn tað vísti í Gundadali á ólavsøku.
Næsti dystur okkara eru i Runavík móti NSÍ, ið er í oddinum í bestu deildini.
Tað verður eingin løtt uppgáva, men okkara lið hevur hóast alt, so mangan víst, at tá ið tað vísir seg frá tí góðu síðuni, so megnar liðið at vinna.
“Klokkurnar hava ringt” og eyðmýkjandi dysturin á ólavsøku hevur verið umrøddur av venjarum og leikarum, og uttan iva er niðurstøðan tann, at tær villur, ið vórðu gjørdar móti B- 36 í Havn, verða ongantíð gjørdar aftur.
Við góðum treysti herja vit á aftur og møta fjølment úti í Runavík at stuðla okkara liði.

Signar