Í góðveðrinum í dag spældi ÍF – móti AB, og hesaferð eydnaðist tað ÍF at vinna heili 3 – 0.
Vit funnust at liðnum fyri seinasta dyst, sum var ímóti B 68, har okkara lið tapti 2 – 1. M.a. varð funnist at hugburðinum hjá liðnum.

Í dag varð talan um eitt heilt annað lið. Líka frá byrjan av sýndu allir leikarar liðsins at hava tann rætta hugburðin og vístu í fleiri førum fram úr gott fótbóltsspæl.
Dysturin var ikki meira enn byrjaður, so eydnaðist tað okkara liði at fáa fyrsta málið.
Dánjal á Lakjuni skeyt eitt gott skot innfyri málið, har Clayton stóð, og sendi hann í netið til støðuna 1 – 0.

Nakað seinni gjørdu somu menn, Dánjal og Clayton, sama bragdi.
Dánjal legði eitt gott skot innfyri, har Clayton saksaði bóltin í mál til støðuna 2 – 0, ið var hálvleiksstøðan. Eitt sera vakurt mál – har vit sóu gamla málrevin aftur.

Í seinna hálvleiki vórðu tað AB – ararnir, ið løgdu trýst á okkara lið, og so einaferð dømdi dómarin brotsspark til AB, og flestu fuglfirðingar stúrdu nú fyri dystinum, tí ágrýtnir eru AB -ararnir sum fáir og høvdu møguleikar at skapa vend í.
Men ÍF – liðið er so heppið at eiga Føroya besta málmann. AB -ararnir skutu eitt sera gott brotsspark, dygst vinstru stólparót, men mín sann um ikki Jákup var sum ein køttur og bjargaði. Bólturin fór út aftur til AB – liðið, og fekk næsta kjansin, men aftur varð Jákup har og bjargaði. Eitt ótrúligt málmansavrik.

Fuglfirðingar sóu út til at vera nøgdir við eina 2- 0 leiðslu, løgdu nú størri dent at fyribyrgja at AB – liðið slapp inn um verjuna.

Tá ið einir 10 minuttir vóru eftir av dystinum, eydnaðist tað ÍF – liðnum at fáa sítt triðja mál.
Eitt valaskot kom úr høgru síðu inn fyri málið, har Bogi Reinert hegnisliga høvdaði í málið til støðuna 3 – 0. Eitt sera vakurt mál.
Verjuspælararnir Bartal, Frank, Fritleif og Leivur stóðu seg væl í verjuni, ja teir vóru nakrir sannir knassar.
Spælið á miðvøllinum riggaði væl, og álopið hevði somuleiðis ein stak góðan dag.
Okkara lið skal hava rós fyri sítt góða og ágrýtna spæl í dag, ið vísti, at vit eiga eitt gott lið.
Næsta sunnudag spæla vit ímóti oddaliðnum B 36 í Fløtugerði. Vit hava so mangan givið B 36 ein skarpan gang áður, og við tí hugburði og stríðsvilja, sum liðið vísti í dag, verður tað ikki nakar lættur dystur hjá oddaliðnum.
Vit møtast í Fløtugerði komandi sunnudag at stuðla okkara liði ÍF.

Signar Á Brúnni