Print Friendly, PDF & Email

Í seinastu grein á ÍF- síðuni, var yvirskriftin: Hvat bagir ÍF – liðnum ?
Orsøkin til hesa orðing var seinasti dysturin móti KÍ, har okkara lið fekk einki at rigga, hóast vit hava gott fólk á liðnum.
Víst varð á, at um liðið varð væl skipað móti EB/Streymi við Margáir, so skuldi vit óivað basa Sundalagsmonnum.
Tað fyrsta vit gáaðu eftir, var, at venjararnir høvdu gjørt stórar broytingar á liðnum.
Bartal var komin aftur úr Íslandi, og stóð á sínum gamla plássi í verjuni, meðan Høgni Z. spældi í miðverjuni. Jan Ellingsgaard spældi vinstri bakkur, meðan Nanad varð fluttur fram á miðvøllin og Frank P. spældi høgri bakkur.
So skjótt sum dómarin hevði bríkslað dystin í gongd, sást beinanvegin at venjararnir høvdu gjørt rætt, tí liðið spældi nógv betur, enn tað gjørdi í Klaksvík.
Liðini bæði spældu góðan og undirhaldandi fótbólt, og okkara menn megnaðu at steðga kviku framherjunum hjá EB/Streymi hvørjaferð, samstundis sum teir bygdu upp fleiri góð álop.
Alllir okkara spælarar stríddust av fullum huga og ÍF – viðhaldsfólkið væntaði sær nakað heilt annað, enn tað vit sóu í Klaksvík.
EB/Streymur fekk mál longu í 2. minutti – eitt rættiliga tilvildarligt mál, har EB/Streymur fær skotið bóltin móti málinum, ið rakti ein fuglfirðing á vegnum, ið snýtti málverjam Jákup Mikkelsen.
ÍF – liðið sett nú ferðina upp, og tá ið komið varð væl út í fyrra hálvleik, eydnaðist okkara monnum at skora eitt sera vakurt mál. Nenad, ið altíð spælir skilagott, rak bóltin fram í vinstru síðu og sendi hann so inn fyri málið, har ágrýtni spælarin Dánjal á L. stóð, ið sendi hann trygt í netiði til støðuna 1 – 1.
Bæði liðini stríddust væl og manniliga, men hvørki av liðnum fekk nakað mál
aftrat í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki spílaðu okkara menn seg rættiliga út. Allir stríddust teir væl, og teir høvdu yvirvág í spæli tað mesta av tíðini, og høvdu mong góð álop.
ÍF – liðið fekk mong hornaspørk, ið vórðu væl skotin inn fyri EB/Streyma málið. So einaferð bragdaði. Karl L. skeyt innfyri, og Bartal skallaði bóltin fyrst í yvirliggjaran og síðan í mál, so varð støðan 2 -1 til fuglfirðingar.
Ágrýtnið, saman við skilagóðum spælið, gav úrslit.
Seinastu 10 minuttirnar vóru tað EB/Streymur, ið trýsti, og mangan vóru teir um at fáa javnleik, men okkara verja stóð seg manniliga og megnaði at halda bóltinum burtur frá málmeskunum.
So bríkslaði dómarin dystin lidnan, og tey mongu ÍF – viðhaldsfólkini lætnaðu um hjartað, og neyvan nakrantíð hevur ein dómarafloyta ljóða so væl í oyrunum á teimum, sum við Margáir í dag – sjálvt ein kvørkveggja kundi ikki floyta vakrari.
Jú, sanniliga hava vit gott fólk á okkara liði, ið eiga stórt rós uppiborið fyri megnaravrik í dag.

Signar