Print Friendly, PDF & Email

Líkindini at spæla í Fuglafirði í dag vóru av teimum allarbestu – klárur himmal við vesturskini.
Væl av fólki høvdu leitað sær niðan í Fløtugerð í dag, og viðhaldsfólkið hjá ÍF hevði góðar vónir um dystin, tí ÍF-liðið hevur spælt sera væl teir seinastu dystirnar.
Fyrri hálvleikur var góður og undirhaldandi við vøkrum spæli, hóast ferðin kundi verið meira. Liðini vóru jøvn, kanska byrjaði NSÍ betur, men sum dysturin leið, kom ÍF-liðið rættiliga fyri seg, og áttu, um teir vórðu eitt sindur hepnari at fingið fyrsta málið, tá ið Laval stóð púra fríur í 16 metrinum, men misnýtti møguleikan.
Nakað seinni fekk NSÍ ein gyltan møguleika at fáa mál, men eisini teir misnýttu møguleikan. Fyrri hálvleikur endaði við javnleiki 0-0, ið mundi vera eitt rættvíst úrslit.
Liðini høvdu ikki spælt meira enn fýra minuttir, so fekk NSÍ brotsspark, ið Kristoffur var so óheppin at gera. Málrevurin og úrmælingurin hjá NSÍ, Klæmint Olsen setti bóltin trygt í netið til støðuna 1-0.
Fuglfirðingar fullu ikki í fátt, men hildu fram at stríðast, og so einaferð, tá ið 10 minuttir vóru spældir, eydnaðist Laval at seta bóltin í málið til støðuna 1-1, men linjuverjin hevði flaggið á lofti og boðaði frá at Laval var rangstaddur. ÌF- spælararnir høvdu ilt við at skilja dømingina, men vórðu noyddir at taka hana til eftirtektar.
Fuglfirðingar høvdu nógvar royndir at fáa bóltin í NSÍ-málið, men hepni var ikki við teimum. Tá ið einir 25 minuttit vóru spældir av seinna hálvleiki, varð Kristoffur tikin út, og í hansara stað kom Bogi Reinert.
Sigast skal, at Kristoffur hevði spælt sera væl í hesum dystinum.
Bæði liðini høvdu nógvar málmøguleikar, men NSÍ-liðið var tað hepnara og við at eiga slíkan bóltspælara sum Klæmint, ið megnaði at høvda bóltin í málið til støðuna 2-0, ið var eitt fyrimyndarligt
avrik, varð dysturin avgjørdur.
Í seinna hálvleiki kom Hanus Eliasen inn, og móti endanum av dystinum kom Dánjal Pauli inn, men tað broytti einki.
Fyri triðju ferð í ár tapti ÍF móti NSÍ, men hesaferð ikki nakað stórtap, sum hinar báðar dystirnar.
Næstu ferð spælir ÍF móti Vìkingi í Gøtu. Venjarar okkara, Símun og Jákup, hava nógv at hugsa um, hvat kann gerast betur til tann dystin, tí móti NSÍ vóru okkara menn óhepnir og einstakir veikleikar vóru at síggja, ið mugu rættast ongantíð ov skjótt.

Signar á Brúnni