Print Friendly, PDF & Email

Tað er altíð spennandi at hyggja eftir, tá ið EB/Streymur og ÍF spæla. Liðini spæla góðan og vakran fótbólt, og aloftast hava dystirnir enda við javnleiki ella við einum máli á muni.
Væl av fólki hevði leitað sær niðan í fløtugerð í dag, bæði EB/Streymur viðhaldsfólk og ÍF viðhaldsfólk og spenningurin var øgiligur. Liðini byrjaðu varliga, men sum dysturin leið, tók ÍF yvir og spældi serstakliga væl.
ÌF hevur eina stak góða verju, ið dugir sera væl at lesa spælið av hjá mótstøðuliðnum og bera so í bandi, at einki ber til hjá mótstøðuliðnum.
EB/Streymur eigur nógvar dugnaligar og kvikar álopsspælarar, ið megna tað mest ótrúliga. Men í dag bar einki til hjá EB/Streymi, tí spælið hjá ÍF var sera væl skipað, og trupult var at koma inn um verjuna hjá ÍF.
Tað var ikki bert verjuspælararnir, ið spældu væl, tað gjørdu allir á ÍF liðnum – eingin undantikin.
Fuglfirðingar høvdu fleiri málmøgulleikar í fyrra hálvleiki, men í málið fekst bólturin ikki.
Onkran einstakan møguleika hevði EB/Streymur, men Hallgrímur í málinum hevði ongar trupulleikar at taka tey fáu skotini. Hallgrím stóð sera væl í málinum.
Hóast ÍF liðið var nógv tað betra liðið í fyrra hálvleiki, so megnaðu teir ikki at fáa mál.
Ì seinna hálvleiki hildu fuglfirðingar fram við sínum skilagóða álopsspæli. Ja, tað var ein sonn frøi at síggja, hvussu væl teir spældu – allir sum ein.
Tað lá í luftini, at mál mátti fara at koma, tí álopini skolaðu móti EB/Streymi málinum. So einaferð eydnaðist tað fuglfirðingum at fáa fríspark beint uttan fyri 16 meturin, og frægi málskjúttin Leivur skuldi skjóta. Enn einaferð prógvaði hann sín dugnaskap við at skjóta eitt skot dygst stólparótina, ið málmaðurin ongan verðsins kjans hevði at bjarga.
So varð støðan 1 – 0.
EB/Streymur hevur so mangan verið aftanfyri í hálvleiki áður, og hava so mangan megnað at vent dystinum, og helst vóru tað mangir áskoðarar, ið høvdu hetta í kvittanum.
Men einki bar til hjá EB/Streymi, og ÍF – ararnir helmaðu ikki í við sínum góða álopsspæli, ið aftur kastaði av sær. Við góðum samanspæli eydnaðist tað Dánjali at seta bóltin í netið til støðuna 2 -0.
Mótbrekkan hjá EB/Streymi gjørdist nú rættiliga tung, og tað merkti teirra spæl.
ÍF – ararnir hildu fram við somu ferð, stríddust sum fyri lívinum og løgdu sær eina við at spæla vakran fótbólt og tað fingu teir løn fyri. Eitt fram úr væl uppbygt álop varð sett í gongd har afturi í frá, út í vinstru síðu, inn á miðjuna og so út í høgra borð, har Ari smakkaði bóltin í kassan til støðuna 3 – 0.
Stór frøi á ÍF – viðhaldsfólki, nú okkara lið nærkast toppinum í fótbóltskappingini – har tað hoyrir heima.

Signar