Signar á Brúnni segði soleiðis beint eftir dystin:

Óheppið ÍF lið
Fuglfirðingar spældu sera væl allan fyrra hálvleik, ja vóru nógv betri enn norðurírska liðið. Kjansirnir vóru nógvir, og fleiri ferðir vóru teir um at fáa mál.

Nakað út í seinna hálvleik, vórðu gestirnir ikki at kenna aftur, teir orkaðu betur enn okkara menn, og teimum eydnaðist at fáa tvey mál, ið bleiv endaliga úrslitið.
Hepnið var eisini við teimum, loyvi eg mær at leggja aftrat.
Fyri mær sá tað út sum, at okkara spælarar høvdu nýtt alla sína orku í fyrra hálvleiki, og tá ið teir ikki fingu mál upp á allar teir góðu kjansirnar teir høvdu, so sóu teir út, sum teir næstan fullu í fátt.
Tað vælhugsaða samanspælið, ið teir høvdu víst í fyrra hálvleiki, og sum var ein frøi at síggja, hvarv.
Ungi málmaðurin Hallgrím G. Hansen vardi málið sera væl og hevði einar tríggjar frálíkar bjargingar.

Hóast tapið í dag, so sannførdi dysturin meg um, at vit megna at vinna næsta dystin, tí okkara lið spældi nógv vakrari og skilabetri fótbólt enn tað norðurírska liðið.
Tað er bert eitt at gera hjá ÍF liðnum, tað er at herja á aftur við fullari ferð.
[nggallery id=13]