Dystirnir hjá ÍF móti AB á Argjum eru vanliga rættiliga javnir. So varð eisini í dag.
AB-liðið spældi væl teir fyrsti 10-15 minuttirnar, men so tók ÍF-liðið yvir og spældi seg fram til fleiri málkjansir, sum tó ikki góvu mál.
Miðframherjin Laval spældi ikki við í dag, tí hann er skaddur. Í hansara stað var Karl Løkin settur, sum vanliga spælir á miðvøllinum. Karl megnaði uppgávuna væl, hann var arbeiðssamur og gav ongantíð upp, og mótstøðumenninir høvdu altíð ampa av hesum roynda spælara.
Í fyrra hálvleiki fingu fuglfirðingar fríspark nakað uttanfyri 16-meturin, ið Karl skuldi skjóta. Hann hevði eitt brandskot, ið brast í vinstru stong, dygst uppi í horninum, men sum tíverri ikki fór í netið.
Beint áðrenn hálvleik hevði Andy eitt gott skot móti málinum, ið var beint uttanfyri málið.
Dánjali eydnaðist at seta bóltin í netið, men málið varð kolldømt, tí hann var rangtaddur. Hesum vóru ÍF-ararnir ikki samdir í. Í 3-2 fara vit at síggja, hvør hevur rætt, men tað broytir ikki nakað
Farið varð til hálvleiks við ongum máli.
So skjótt seinni hálvleikur varð byrjaður sást, at AB-liðið trýsti meira og var meira álopssinnað, enn í fyrra hálvleiki.
ÍF-liðið var ikki nóg trygt í verjupartinum, og so einaferð eydnaðist AB at fáa mál.
Men ÍF-ararnir fullu ikki í fátt av tí, men heldur tvørturímóti, settu ferðina upp og so einaferð bragdaði. Væl varð spælt fram í vinstru síðu, har Andy legði bóltin væl innfyri, har Dánjal hegnisliga setti bóltin í málið til støðuna 1- 1.
Sterki verjuspælarin Jan hjá ÍF varð noyddur at fara av vølli, og tað var ein smeitur fyri ÍF-liðið, tí hann hevur spælt sera væl. Men í hansara stað kom Poul M., ið royndist sum altíð, sera væl.
Men AB-ararnir stríddust av øllum alvi, sum so aftur endaði við einum máli, ið líktist fyrra málinum, teir høvdu fingið. Men stutt eftir fingu fuglfirðingar sítt næsta mál, ið varð væl spælt. Aftur hesaferð var tað Andy, ið legði eitt gott skot innfyri, ið Clayton so meistarliga setti í netið til støðuna 2-2.
Nú vóru bert átta minuttir eftir av leiktíðini, og nógv bendi á, at dysturin fór at enda við javnleiki, men so bleiv ikki.
Miðframherjanum Karli eydnaðist at fara ígjøgnum AB-verjuna og skuldi skjóta bóltin í málið, tá ið hann varð feldur innan fyri 16-meturin. Dómarin ivaðist ikki, brotsspark til ÍF, og AB-ari vístur av vølli.
Bogi, ið hevði spælt ein góðan dyst, varð settur at skjóta, og hann sveik ikki, setti bóltin trygt í netið til endaligu støðuna 3-2 til ÍF.
Sigurin hjá ÍF-liðnum ber í sær, at liðið hevur fingið 18 stig, ið er sama stigatal, ið HB hevur fingið, og sum liggur á 5. plássi á stigatalvuni í bestu deildini.
Nógvir fuglfirðingar høvdu leitað sær út á Argir í dag at stuðla sínum liði, og koyrt eftir “Heðin Brú” á fyrsta sinni,og hýrurin var góður, tá ið farið varð avstað aftur við einum útisigri.
Næsti dysturin verður í Fuglafirði, tá ið vit aftur møta fjølment at stuðla okkara monnum.

Álvur Haraldsen eigur myndina.