Print Friendly, PDF & Email

Fyrsti dysturin ÍF spældi í ár var í Havn og tapti okkara lið 4-1móti B 36.
Tað skal ikki dyljast, at fótbóltshugaðir fuglfirðingar vórðu vónbrotnir, tí nógv meira høvdu teir væntað sær av liðnum, ið hevur nógvar góðar spælararar við drúgvum royndum.
Ein sigur móti AB í Fløtugerði varð næstan eitt krav, tí tveir ósigrar á rað í byrjanini hevði verðið ov mikið.
Men fuglfirðingar vistu samstundis, at AB-liðið skuldi ikki undirmetast, tað er eitt viljasterkt lið, ið stríðist allan dystin. Verjuspælið hjá teimum er væl skipað og trupult er at koma inn um verjuna.
So skjótt dysturin varð bríkslaður í gongd, sást, at talan var um tvey rættiliga jøvn lið, men sum tíðin leið, tók ÍF-liðið alsamt meira yvir, og spældu seg til heilt góðar málmøguleikar, men hepni, ið skal til, var ikki við okkara liði.
Beint undan hálvleikssteðginum bragdaði. Karl Løkin stríddist væl og eydnaðist honum at vinna bóltin á miðjuni og skjóta hann fram til Laval, ið sendi hann víðari til Andy Olsen, ið hegnisliga setti hann í netið til støðuna 1-0.
Eitt avbera vakurt mál.
Frøin varð stór og ÍF-liðið stríddist sera væl teir seinastu minuttirnar, ið eftir vóru av fyrra hálvleiki. Laval var um at fáa næsta málið, tá ið hann við einum dundurskoti smekkaði bóltin í yvirliggjaran og niður á mállinjuna og so út.
Seinni hálvleikur var heldur tamur. ÍF-liðið gjørdi nógv av at senda langar bóltar fram, men verjan hjá AB hevði lætt við at steðga teimum, tí verjuna hava teir góða. Síðani varð spælt eftir jørð og við styttri bóltum, og tað spælið riggaði munandi betur. Fuglfirðingar spældu seg til fleiri kjansir, men í mál vildi bólturin ikki aftur.
Venjararnir Jógvan Matin Olsen og Jákup Mikkelsen hava gjørt ymiskar broytingar á liðnum, eitt nú við verjuni, ið ikki stóð seg so væl móti B 36. Tað tekur sína tíð at byggja upp av nýggjum, soleiðis eisini í hesum førum. Verjuspælið riggaði munandi betur hesaferð enn í Havn, so her er glotti fyri framman – og tó. Ljótt og óklókt spæl eigur ikki at verða góðtikið, ið kosta okkum gul kort og nógv óneyðug fráspørk, ið kunna kosta okkum alt ov nógv – og tíverri hendir slíkt í dag, uttan at vit eru í nakrari vandastøðu.
Verður tikið saman um, so kunna vit siga, at ÍF – liðið hevði uppiborið sigurin, men spældi ikki av tí allarbesta.
Næsta sunnudag møtir okkara lið Víkingum í Fløtugerði, tá fer okkara lið at spíla seg út og spæla sín besta fótbólt, ið skal til fyri at basa Víkingum.
Møtast fjølment í Fløtugerði næsta sunnudag og stuðla okkara liði ÍF.
Næsta dystin skrivi eg ikki um, tí eg eiga tvey abbabørn, ið skulu fermast, sum ikki búgva í Fuglafirði.