ÍF – ararnir vistu, at teir møttu einum sterkum og garvaðum Víkingaliði í Sarpugerði í dag.
Nógv nýtt fólk er komið á ÍF – liðið í ár, sum ikki hava so drúgvar royndir í bestu deildini, so nýggi venjarin Alexander hevur havt nógv at hugsa um undan dystinum.
Fuglfirðingar byrjaðu varliga, meðan Víkingur byrjaði sum eitt ódnarveður.
Hóast Víkingur hevði bóltin nógv meira enn ÍF, so fingu teir einki burturúr álopunum.
Fuglfirðingar hava verið hepnir at hava fingið ein so góðan og skilagóðan leikara sum Lawall, ið spældi við B 36 í fjør. Hann setti hvøkk í víkingarnar, hvørja ferð hann fekk bóltin, tí hann var kvikur og dugdi sera væl at temja bóltin og visti heilt ítøkiliga, hvør næsti leikur skuldi verða.
Tá ið einir 15 minuttir vóru fanir, eydnaðist honum at fáa bóltin út í vinstru síðu, lyfti hann upp um víkingaverjuna yvir til Ari, ið send bóltin í málið til støðuna 1 – 0.
Eitt sera vakurt mál.
Víkingarnir hildu fram at trýsta, ja høvdu bóltin nógv meira enn ÍF – ararnir, men uttan at fáa bóltin í meskarnar.
Í 34. minutti gjørdu Lawall og Ari sama bragdi, sum í 15. minutti, tá Lawall rak út í vinstra borð, sendi bóltin til Ari, ið stóð væl fyri og smekkaði bóltin í málið til støðuna 2 – 0.
So varð farið í hálvleik, fuglfirðinar í góðum hýri, meðan áskoðararnir í Eystur kommunu vóru heldur brúnasíðir, sum vera man.
Fuglfirðingar vistu, at ikki allar súðir vóru syftar enn, tí bert helvtin av dystinum var leiktur – og at teir spældu móti Víkingum, sum ongantíð geva upp.
Stutt inn í seinna hálvleik gjørdist spælið alt ov hart, ja til tíðir fullkomuliga meiningsleyst, ið m.a bar í sær, at Lawall fekk reyða kortið, meðan Atli Gregersen fekk gula kortið, fyri at hava tikið í ein ÍF – ara. Hetta vóru ÍF – leikararnir sera misnøgdir við, antin vórðu báðir koyrdir út ella hvørgin.
Íf spældi nú við bert 10 monnum, og mótbrekkan gjørdist nú nógv tyngri, og álopini frá víkingum skolaðu móti ÍF – málinum og Víkingur sat nú á dystinum. Men striltið gekk at fáa mál, tí fuglfirðingar vardu væl og nýggi málmaðurin Markkovic royndist sera væl.
Men so endiliga, eftir mikið trýst, eydnaðist tað Finni í Víkingi at fáa mál, so støðan gjørdist 1- 2. Hetta gav víkingum blóð á tonna, og teir stríddust sum fyri lívinum, at fáa næsta málið, so teir fingu javnleik. Í 89. minutti eydnaðist tað Víkingi at fáa næsta málið, sum frálíki skjúttin Súni syrgdi fyri, so dysturin endaði við 2 – 2.
Næsta sunnudag spælir ÍF móti HB í Fuglafirði.
Tíverri verður Lawall ikki við á liðnum tann dystin, men maður kemur í mans stað, so vit gleða okkum til næsta dystin.
Drívið á ÌF !