Rættiliga nógv fólk varð møtt upp í Fløtugerði í dag at hyggja eftir dystinum millum B 36 og ÍF.
Veðrið var av tí allarbesta, sólin kagaði fram viðhvørt, og áskoðararnir vóru í góðum hýri.
Fuglfirðingar vistu, at tað var ein torfør uppgáva at vinna á oddaliðnum B 36, sum enn ongan dyst hevur tapt í ár, men uppgávan var tó ikki heilt ómøgulig.
B36 liðið byrjaði so nógv betur. Spælið hekk væl saman, og fuglfirðingar høvdu ilt við at fáa bóltin frá teimum.
B36 áttu so at siga allan fyrra hálvleik, men málmøguleikarnir vóru tó ikki so mangir. Teir royndu seg við langskotum, men einki bar til. Teir vóru ikki nóg neyvir.
Tá ið farið varð í hálvleik var støðan 0 – 0.
Einki er at ivast í, at í hálvleikinum hevur ÍF venjarin Alexander sagt sínum leikarum nøkur borgarlig orð, tí liðið var ikki at kenna aftur.
Spælið gjørdist munandi betri, sjálvsálitið varð styrknað og fuglfirðingarnir á rókini kendu sínar leikarar aftur.
Eftir eitt væl uppbygt álop, eydnaðist tað Andy at skjóta fyrsta málið í dystinum, so støðan varð 1 – 0.
Nakað seinni fekk B 36 fríspark á sjálvari 16 metur linjuni, ið úrmælingurin Jákup á Borg, skuldi skjóta. Hann sveik ikki. VIð einum beinleiðis skoti setti hann bóltin í netið til støðuna 1 – 1.
ÌF liðið fall ikki í fátt av hesum, tvørturímóti settu teir ferðina upp, og spældu seg til fleiri møguleikar, tó uttan at tað gav úrslit.
So einaferð bragdaði. Bólturin varð skotin fram í vinstru síðu til Andy, ið lat hann fara víðari til Clayton, ið skeyt hann til Dánjal, ið júst varð innkomin, ið smekkaði til við vinstra fóti í málið til støðuna 2 – 1.
Fagnaðurin á rókini frá fuglfirðingum mundi ikki steðga.
ÍF liðið helt fram við sínum ágrýtna spæli, og sanniliga eydnaðist teimum at fáa triðja málið, ið Leivur Joensen syrgdi fyri. Nakað væl uttanfyri 16 meturin, smekkaði hann til, og bólturin sat trygt í málinum. Eitt avbera gott avrik.
B 36 leikararnir vístu ikki longur tað sama spælið, sum teir vístu í fyrra hálvleiki. ÍF liðið tók yvir, og vóru teir eitt sindur hepnari, so kundu teir saktans fingið eini tvey mál aftrat, fyrru ferð tá ið Dánjal stóð einsamallur frammanfyri málmanninum hjá B 36 og seinnu ferð tá ið Ari kom í somu støðu.
ÍF liðið er so fyrsta liðið, ið hevur vunnið á B 36 í ár, og tað má sigast at vera eitt satt bragd.
Kann til stuttleika nevnast, at tá ið ÍF gjørdist Føroyameistarar í 1979, spældu teir ímóti B36, og endaði tann dysturin í Fløtugerði eisini við 3 – 1 til ÍF.
Frálíka avrikið hjá ÍF í dag gevur okkum ta fatan, at liðið er betur samansjóvað og sjálvsálitið er munandi styrkt.
Hjartaliga til lukku við sigrinum ÍF.

Signar.