So bragdaði aftur hjá ÍF, sum ta seinastu tíðina hevur verið niðri í einum aldudali. Dysturin í Fløtugerði varð leiktur í oysandi áarføri, og hóast vánaveður, so var bara væl av áskoðarum møttir.
ÍF – liðið byrjaði dystin nógv betur enn EB/Streymur liðið. Álopini skolaðu í áarførinum móti EB/Streymi, men striltið gekst at fáa bóltin í málið.
Nøkur teirra áttu at givið mál, men eydan var ikki við okkara leikarum, tá ið mest leikaði á. Tað var einki ov nógv, um ÍF hevði ført við einum trimum málum, tá ið eitt korter var leikt.
Um miðjan fyrra hálvleik eydnaðist ÍF at fáa sítt fyrsta mál. Tað var Ari, ið sendi bóltin í meskarnar til støðuna 1 – 0.
Stutt aftaná, royndi Nenad Saric seg við skoti, ið endaði í meskunum, til støðuna
2 – 0.
EB/Streymur gavst tó ikki, tvørturímóti stríddust teir uppaftur meira.
Beint fyri hálvleik, fingu teir eitt fríspark, beint uttanfyri 16 metrarnar, ið varð væl skotið, har tað eydnaðist EB/Streyma leikara at seta høvdið undir bóltin til støðuna 2 – 1.
Dysturin var rættiliga javnur, bæði liðini stríddust væl, og fleiri kjansir vóru at fáa mál hjá báðum liðunum.
Í seinna hálvleiki gjørdi ÍF nakrar útskiftingar.
Frank, Andi og Kristoffur komu inn.
ÍF – liðið tók, sum fráleið yvir, orkan hjá EB/Streymi liðnum var nú ikki tann sama, sum tá ið byrjað varð. Fleiri væl uppbygd álop vórðu sett í gongd, sum so einaferð góvu úrslit.
Úr vinstru síðu sendi Laval bóltin oman til Andi, ið hann smekkaði í málið til støðuna 3 – 1. Eitt sera vakurt mál.
Stutt aftaná, var EB/Streymur um at fáa sítt næsta mál, sum Poul í evstu løtu fekk bjargað.
ÍF tók nú yvir, og høvdu fleiri góð og væl skipað álop, sum so aftur góvu úrslit.
Úr høgru síðu varð bólturin skotin fyri føturnar á Jann E. , ið smekkaði hann í málið til støðuna 4 – 1 til ÍF, ið gjørdist endaliga støðan.
Verjuspælið hjá okkara liði riggaði munandi betur í dag, enn tað hevur gjørt teir seinastu dystirnar.
Miðvallarleikararnir stríddust væl og skilagott og broddur var í álopinum – sum alt tilsamans gav okkum sigurin 4 – 1, ið var fult uppiborin.
Vit fegnast um úrslitið og ynskja okkara liði hjartaliga til lukku við dystinum og vóna, at liðið næsta dyst vísir sama stríðsvilja, áræði og nærlagni, so skal uttan iva spyrjast væl burturúr.

Signar