ÍF liðið hevur ikki havt eydnuna við sær teir seinastu dystirnar, og tí varð eitt krav, at liðið vann í dag á EB/Streymi. Men havandi í huga, at dysturin skuldi leikast við Margáir, so vísa hagtølini okkum, at striltið hevur gingið hjá ÍF liðnum at vunnið við Margáir.
Dysturin ta fyrstu løtuna var ógvuliga tamur.
ÍF liðið hevði bóltin meira tað fyrsta korterið, og einstakar kjansir spældu teir seg til, men uttan at fáa bóltin í netið.
Synd at siga at futtur var í liðunum, og satt at siga var fyri hálvleikur ikki serliga undirhaldandi og spennandi.
So skjótt seinni hálvleikur byrjaði sást týðuliga, at nógv meira futtur var í ÍF- leikararunum, og samanspælið riggaði munandi betur nú enn í fyrra hálvleiki.
Ein leikari, ið gjørdi veruliga vart við seg í dag, var Jann Ellingsgaard, ið dugdi meistarliga væl at fara úr í vinstru síðu, fyri síðani at leggja bóltin inn fyri málið.
Og tá ið Andy Olsen kom inn, ið er ein álopsleikari burtuav, so vórðu mong góð álop móti EB/Streyma málinum.
Fyrsta málið gjørdi Andy, ið fekk ein bólt inn fyri málið frá Ari, og tað eydnaðist at smekka bóltin í meskarnar til støðuna 1 – 0. Eitt gott mál.
Álopini gjørdust alsamt fleiri móti EB/Streyma málinum, og EB/Streyma liðið megnaði ikki at steðga fuglfirðingum.
Næsta málið gjørdi Clayton, ið hevði ein avbera góðan dyst í dag. Bólturin varð skotin inn fyri, har Clayton stóð, og hann setti bóltin trygt í netið ti støðuna 2 – 0.
ÍF – liðið sat nú á dystinum, og EB/Streymur vístu ikki nógv.
Móti endandum á dystinum eydnaðist Laval at seta bóltin í málið til endaliga úrslitið 3 – 0.
Eb/Streymur megnaði í seinasta minutti av leiktíðini at byggja eitt gott álop upp, men tíverri fyri teir, fór skotið í stongina og so útaftur. Í málið vildi bólturin ikki.
Hesi trý stigini hjá ÍF eru kærkomin og vístu okkum, at tá leikararnir stríðast av øllum alvi, so megna teir uppgávuna.
Sama stríðsvilja fer liðið at vísa okkum, tá ið tað møtir Víkingi í Fløtugerði í Fuglafirði komandi sunnudag.
Drívið á !

Signar