Terji Nielsen, blaðmaður á Dimmalætting, tippar soleiðis á heimasíðuni hjá FSF:

Grannauppgerð er í Fløtugerði fríggjakvøldið, og her er lagt upp til ein sera spennandi dyst. ÍF hevur verið í einum góðum stima, og avrikið hjá teimum móti oddaliðnum HB í Gundadali sunnudagin vísti, at teir eru rættiliga væl fyri í løtuni, tí teir vóru óhepnir ikki at fara avstað við sigrinum.
Men til dystin fríggjakvøldið er veteranurin Bartal Eliasen leikbannaður, og tað er sjálvsagt ein smeitur. Hinvegin er Høgni Madsen tøkur aftur eftir leikbann, og tað styrkir sjálvsagt um miðvøllin.
Hjá Víkingi var stevnudysturin í Streymnesi seinasta leygardag eitt slag av eini uppreisn, tí eftir eina ógvuliga trupla gongd í rúma tíð, var avrikið við Margáir tað besta leingi, og Víkingur hevði uppiborið sigurin í málleysa javnleikinum.
Tí vænti eg ein javnan og intensan dyst í Fuglafirði fríggjakvøldið, sum kann fara báðar vegir, men eg vænti ein javnleik.
__________________________________-

Ert tú samd/ur?
Far inn á Poll og tippa 🙂