Eingin ÍF’ari  úttikin til landsliðið, sum skal til Malta at spæla vinardyst í næstum. Karl Løkin, sum er komin inn aftur til okkum er við, og nú bleiv so ein annar úttikin til dystin. Talan er um Dánjal á Lakjuni, sum er ein av teimum, ið hevur longt sáttmálan við okkum, sum skal við A-landsliðnum. Dánjal hevur spælt 113 dystir í bestu deildini her heima, umframt teir 7 U21 landsdystirnar, sum hann hevur spælt. Kemur Dánjal inn niðri á Malta, verður hetta hansara fyrsti A-landsdystur.

Tilukku við úttøkuni, Dánjal, og góðan túr.