Print Friendly, PDF & Email

Líkindini hjá TB og ÍF at spæla í Fuglafirði vóru rættiliga góð, turt og nakað av vindi, ið tó ikki nervaði spælið. Fuglfirðingar byrjaðu betur, høvdu so at siga alt spælið teir fyrstu 10-15 minuttirnar, men fingu lítið og einki burturúr. Villurnar hjá ÍF-liðnum vóru nógvar, tá ið komið varð fram í brotsteigin hjá TB, og tað ágrýtnið og tann stríðsviljin, ið krevst fyri at fáa mál, hann var als ikki at síggja. Frægi spælarin Laval, ið hevði bóltin nógv, fekk lítið og einki burturúr har frammi. Sum dysturin leið, menti TB-liðið seg, og talan varð nú um tvey jøvn lið, har TB-liðið var nógv tað ágrýtnara, meðan ÍF-liðið legði seg eftir at spæla vakran fótbólt. Tá ið uml. 25 vóru spældir fekk TB hornaspark, ið varð skotið væl innfyri, har Albert tók ímóti og setti bóltin í netið til støðuna 1-0 til TB. ÍF- áskoðararnir heilt í kolakjallaranum. Tá ið hálvur tími varð liðin av fyrra hálvleiki, fekk ÍF hornaspark, ið Leivur legði væl inn fyri málið, har Jan við høvdinum sendi bóltin í málið, so varð støðan 1-1. Tá ið góðir 20 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað ÍF at fáa sítt næsta mál. Santos sendi bóltin inn fyri málið úr vinstru síðu, har Laval stóð, og hesaferð eydnaðist honum at senda bóltin í málmeskarnar, so nú varð støðan 2-1 til okkara lið. Men so hendi tað, ið ikki skuldi henda. Kristoffur fekk sítt næsta gula kort og varð tí noyddur at fara av vøllinum. Tað var ein dyggur smeitur fyri liðið, tí Kristoffur hevði spælt ein góðan dyst og dugdi sera væl at spæla bóltarnar fram til álopið. Síðsta korterið legði TB-liðið veruligt trýst á okkara lið, og vóru fleiri ferðir um at fáa mál. Ta einu ferðina hildu teir seg verða snýttar fyri eitt brotsspark. Raski og ágrýtni verjuleikarin Poul varð noyddur at fara skaddur av vøllinum – ein øgiligur missur. Í hansara stað kom Guðjónsson Og kviki og ágrýtni Dánjal mátti eisini av vølli, tí hann varð skaddur. Clayton kom inn í hansara stað. Móti dystarenda eydnaðist tað TB at javna til endaligu støðuna 2-2. Í seinastu minittunum trýsti ÍF TB-liðið og fingu fleiri hornaspørk, ið vórðu um at geva mál, men tíverri eydnan varð ikki við okkara monnum. Viðhaldsfólk ÍF´s var vónbrotið í dag, tí eftir leikgongdini at døma, so átti okkara lið at vunnið, men soleiðis er fótbóltur eisini, hepni skal til – og tað var ikki við okkum í dag.

 

Signar á Brúnni