Print Friendly, PDF & Email

Endamál og innihald:

Hvat er spælfatan (spilintelligens)? Hvussu skipa vit eina venjing við børnum og ungum, har mál og innihald er spælfatan? Og hvussu fáa vit progressión í venjingina frá einum aldursbólki til tann næsta?

Endamálið við impulsskeiðinum er at arbeiða við taktiskari venjing/spælfatan. Støðið verður tikið í royndunum hjá instruktørunum, sum hava drúgvar royndir at venja børn og ung í Lyngby BK og FCK School of Excellence.

Praktiski parturin fyllir nógv á skeiðinum, og vant verður við trimum aldurs­bólkum (væntandi U8-10, U14 og U16).

Stað:                      FSF-húsið & Tórsvøllur.

Tíð:                        Fríggjadagin 19. februar kl 17-21 og leygardagin 20. februar kl 9-17

Málbólkur:         Barna- og ungdómsvenjarar.

Luttøkugjald:     500 kr. Konufólk sleppa tó ókeypis á skeiðið.

Tilmelding:         Freistin at melda til skeiðið er úti mikudagin 3. februar 2016.

Annað:                 Skeiðið er bæði ástøðiligt og praktiskt. Telur 10 impulstímar.

Instruktørar verða Claus Frank Nielsen, ið er leiðari av talentmenningini hjá Lyngby BK, og Kenneth Weber, sum hevur starvast hjá Lyngby BK í 15 ár, men seinastu 2 árini hevur verið við í School of Excellence hjá FCK.

Ynskir tú at melda til, set teg so í samband við Hildigarð Eliasen, samskipara, á telefon 228771 ella [email protected]