Sum siður er, so verður nógvur innandura fótbóltur í Klaksvík millum jóla og nýggjárs. Leikarar í m.a. Effodeildini, yngru deildum og sjómenn fara at kappast.

Í døgunum 27. – 29. desember vera árligu innandura kappingarnar í KÍ høllini í Klaksvík. Leygardagin 27. desember vera kappingarnar – nevnd Bylgju Cup – hjá Sjómonnum (byrja kl. 14.00), U16 og U18, har hesar báðar seinnu vera spældar um kvøldið. Sunnudagin verður byrjað kl. 13.00, tá kappingin hjá teimum vaksnu verður. Seinni hendan sunnudagin verður kappingin hjá U14. Mánadagin 29. desember vera kappingar frá U6 og upp til og við U12.

Til Sjómannakappingina er tað eitt krav, at allir leikararnir á liðinum skulu hava verið mynstraðir umborð í 2014. Hjá yngru deildunum vera aldursbólkarnir, sum teir vera til komandi kappingarár eins og vanligt er. Nýggja kappingin hjá U6 dreingjum er fyri leikarar føddir í 2009 ella seinni.

Hjá teimum vaksnu eru krøv til liðini. Har eru strangir reglar fyri, at bara tveir leikarar frá Effodeildini/1.deild í kappingarárinum 2014 hava lov at vera á sama liði. Kappingar uttanlands á sama støði telja eisini uppí har. T.d. verður ÍF Føroyar og 5 tær bestu deildirnar í Danmark mettar á hædd við føroysku Effodeildina/1.deild.

 

Tilmelding

Tilmelding til kappingarnar fer fram á [email protected] og á tlf. 295401/228660. Seinasta freist at melda til kappingarnar hjá Sjómonnum, U16 og U18 er hóskvøldið 25. desember kl. 19.00. Hjá vaksnum og U14 er freistin fríggjakvøldið 26. desember kl. 19.00. Og hjá U6, U8, U10 og U12 er freistin at melda til leygarkvøldið 27. desember kl. 19.00. Kostnaður hjá yngru deildunum er 300 kr., hjá vaksnum 400 kr. og hjá sjómonnunum 1000 kr. pr. lið. Hjá sjómonnunum er vanliga borðhaldið eftir kappingina við í prísinum. Hjá teimum vaksnu og sjómonnunum vera gávukort til vinnandi liðini, meðan yngru deildirnar fáa heiðursmerkir.

Til kappingina í fjør luttóku umleið 650 luttakarar í innandura kappingini, sum fyrstu ferð var avgreidd í 2008 og sum er blivin størri og størri fyri hvørt ár. Alt um kappingina finst á www.blaabylgjan.com heilt fram til dystar dagarnar.