Print Friendly, PDF & Email

Skriv frá Giza Hoyvík:

Leygardagin 26. desembur skipar Giza Hoyvík fyri innandurakapping fyri vaksin. Vit leggja til brots kl. 14.00.

Loyvt er at hava 4 leikarar á hvørjum liðið + ein skiftisleikara. Hvørt lið má í mesta lagi hava 1 leikara sum hevur leikt í effodeildini í 2015.

Vinningar og heiðursmerki til nr. 1, 2 og 3

1. pláss – Gávukort á kr. 1.000,- frá Glitnir/Irish Pub

2. pláss – 2 kassar av øl frá Okkara

3. pláss – 1 kassa av øl frá Okkara

Tilmelding fer fram við at senda ein teldupost til [email protected] Skriva ”Reyni Service Cup” sum yvirskrift, og upplýs navn á liði, og nøvn á leikarum.

Seinasta freist at melda til, er týsdagin 22 desembur.

Luttøkugjaldið er kr. 500,-, og skal flytast á konto nr. 9181- 3581928. Viðmerk navn á liðnum.

Eru spurningar ella ivamál ber til at senda teldupost til [email protected] ella ringja á tlf 581657 ella 585075.

Við ítróttarkvøðu

Giza Hoyvík