Print Friendly, PDF & Email

Bláa bylgjanÍ døgunum 28.-30. desember skipar Bláa Bylgjan, ið er fjepparafelagið hjá KÍ, fyri stórari innandura fótbóltskapping í KÍ høllini. Væntandi verður undirtøkan stór. Í 2012 vóru áleið 120 lið, við umleið 500 leikarum, sum komu frá øllum landinum.

Kappingin er fyri yngru deildir, vaksin og sjómenn.

Kappingin umfatar:
U 8 dreingir pinkulingar 5-7 ár (f. 2006-09)
U 10 dreingir Smápiltar 8-9 ár (f. 2004-05)
U 12 dreingir Piltar 10-11 ár (f. 2002-03)
U 14 dreingir Smádreingir 12-13 ár (f. 2000-01)
U 16 dreingir 14-15 ár (f. 1998-99)
U 18 dreingir unglingar 16-18 ár (f. 1996-97)
Vaksin (Hægst tveir leikarar úr Effodeildini/1-deild)
Sjómenn (mynstraðir umborð í 2013)

Eftir ætlan vera kappingarnar hjá U8 og up til og við U14 leiktar leygardagin 28. desember. U16, U18 og Sjómannakappingin verður sunnudagin 29. desember, meðan kappingin fyri vaksin verður seinnapartin mánadagin 30. desember.

Gentulið fáa møguleikan at spæla saman við dreingjunum, men í einum aldursbólki lægri.

Hvørt liðið telur 5 leikarar og hægst 1 skiftisleikara, tó spæla U16, U18 og vaksin við 4 leikarum og hava hægst ein skiftisleikara.
Dómarar verða núverandi og fyrrverandi KÍ leikarar í bestu deildini.

Nr. 1, 2 og 3 fáa heiðursmerkir. Hjá teimum vaksnu fær vinnarin gávukort, meðan vinningar eisini eru til nr. 2 og nr. 3. Hjá sjómonnum eru steyp til vinnandi liðini.

Liðini skulu hava egin nøvn ella nevnast eftir fótbóltsfeløgum.
Tilmelding á tlf. 228660/261221 ella á [email protected]

Síðsta freist at melda til kappingarnar hjá teimum yngru og sjómonnum er hóskvøldið 26. desember kl. 19.00. Hjá vaksnu er tað leygarkvøldið 28. desember kl. 19.00.

Kostnaðurin er 300 kr.fyri liðið hjá yngru deildunum. Hjá teimum vaksnu er kostnaðurin 400 kr.. Hjá sjómonnum er kostnaðurin 1000 kr., har borðhald eftir kappingina er íroknað. Alt um kappingina finst á blaabylgjan.com