Fótbóltssamband Føroya skipar fyri B4-venjaraskeiði í mars-juni 2016. Skeiðið er eisini skipað soleiðis, at B-próvtøkan verður partur av skeiðinum.

 

Byrjað verður mánadagin 14. mars kl 17.00 í FSF-húsinum. Hildið verður fram 11. apríl, 2. mai, 23. mai og 20. juni. Tilsamans fimm samlingar á uml 3½ tíma við tí meira ástøðiliga partinum.

 

Harumframt eru 4 vitjanir úti í felagnum hjá einstaka luttakaranum, har venjing og persónlig vegleiðing er á skránni – tann meira praktiski parturin.

 

Sum nevnt verður B-próvtøkan nú partur av B4 skeiðinum. Tað merkir, at seinasta vitjanin, sum er í viku 18-21, samstundis eisini verður próvtøka í praktisku venjingini. Próvtøkan í ástøðiliga partinum verður í viku 22-24.

 

Skeiðið er fyri tey, sum hava tikið B3-skeiðið ella sonevnda R-skeiðið.

Luttøka er eisini treytað av, at viðkomandi er venjari hjá hóskandi liði. Vinarliga viðmerkið hetta á viðfesta tilmeldingarskjalinum.

Tilmeldingarfreistin er úti mikudagin 2. mars 2016.

Um so er, at tú ynskir at luttaka, set teg so í samband við Hildigarð á heje@olivant.fo ella 228 771